Framtíðar vindorka á havinum

Granskarar hjá Risø-DTU halda, at framtíðin fyri vindorku liggur á havinum, og at framtíðarinnar myllur skulu setast upp á havinum. Nýggj gransking hjá Risø er komin eftir, at vindmyllur í framtíðini skulu flóta omaná havinum, tí framtíðar vindorkan er á havinum. Soleiðis er ikki í dag. Gamaní, standa nógvar vindmyllur á havinum, men her er tað tøknin, sum vit kenna frá land-myllunum, sum bara er flutt yvir til havvindmyllurnar.

Risø-DTU er saman við pørtum í eitt nú USA, Fraklandi, Hálandi og Noregi í holt við at menna nýggjar myllur, sum roknað verður við í longdini kunnu framleiða heili 20 megawatt. Til samanburðar kann sigast, at størstu havmyllurnar í dag framleiða 2-3 megawatt.

Granskingarserfrøðingurin hjá Risø-DTU, Troels Friis Pedersen, sigur, at ein 4-ára granskingarverkætlan er byrjað.

- Endamálið er í fyrsta lagi at kanna, um tøknin kann brúkast, og tað vænta vit, at hon kann, sigur serfrøðingurin.

Risø-DTU hevur ætlanir um at seta upp eina minni royndarmyllu í Roskildefjørðinum, nær Risø.