Framtíðar útbúgvingar í alheims høpi

Millum gestarøðararnar á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum var Sten Ljungdal, kansliråd í Utbildnings- og kulturdepartementet í Svøríki. Hann prátaði um framtíðar avbjóðingar fyri tær gymnasialu útbúgvingarnar sæð í alheims høpi

Sten Ljungdal legði fyri við at staðfesta, at í mun til fyrr, kunnu vit ikki vænta, at næmingarnir verða endaliga skúlaðir í grundskúlanum, og at teir síðani eru lidnir at mennast fakliga.
- Í dag gerst vitanin og kunnleikin ótíðarhóskandi og óbrúkilig áðrenn næmingarnir koma út á arbeiðsmarknaðin. Tí eiga vit í staðin at miðja ímóti at stimbra næmingarnar til at nema sær sjálvum kunnleika, segði hann og greiddi víðari frá, at fólk í framtíðini í størri mun fara at skifta starv ofta og at royna seg innan ymiskar yrkisleiðir.
- Tí er so týdningarmikið, at vit skapa grundarlag fyri, at fólk sleppa at menna persónligar eginleikar og førleikar, sum ger tey dugnalig á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Í hesum sambandi er umráðandi við eini grundútbúgving, ið stimbrar og mennir kreativitet og fleksibilitet, samstundis sum at framtíðar útbúgvingar eiga at vera grundaðar á áhaldandi og framhaldandi læring, segði sviin Sten Ljungdal.

Broytingartíðir
Annars kom hann inn á, at kunnleikastøðið, bæði í og uttanfyri arbeiðslívið, broytist alsamt. Ikki minst kunnleiki, sum er tengdur at ávísa starvinum, so sum nýggj tøkni og skipanir, sum í heilum broyta framleiðslugongdina. Og hann nevndi tøkniligu menningina innan kunningartøkni sum seinastu árini hevur kollvelt vinnu, framleiðslu og samfelagið annars. Og Sten Ljungdal segði, at:
- Almennir førleikar eru grundarlagið og neyðugi plattformurin fyri framhaldandi og áhaldandi læring og førleikamenning. Í hesum sambandi er ikki nóg mikið, at fleiri fólk nema sær eina útbúgving, men at góðskan á útbúgvingunum eisini verður hækkað á øllum útbúgvingarstigum og lærustovnum. Ikki minst í grundskúlanum og á gymnasialu útbúgvingunum.

Kunning og fólkaræði
Annað sum Sten Ljungdal hugleiddi um var leiklutin hjá framtíðar borgarum í mun til fólkaræði og luttøku í samfelagnum.
- Kunningarsamfelagið gevur møguleikar fyri øktum fólkaræði, men eisini fyri størri spjaðing millum fólk. Skúlin og útbúgvingarskipanin hevur eina lyklastøðu í mun til at skapa javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í samfelagslívinum. Opna fólkaræðisliga samfelagið er viðbrekið, og fólkaræðið eigur ongantíð at takast fyri givið, men at verða vunnið av hvørjum nýggjum ættarliði, segði hann.

Livlang læring
At útbúgvingarskipanin og endamálið við læringini er broytt, ger at lívlong læring eigur at vera ein rættur hjá øllum borgarum, úr forskúla, grundskúla, miðnámsskúla, til hægri lesnað og eftirútbúgvingar, greiddi Sten Ljungdal frá.
- Útbúgving er ein íløga í framtíðina. Menningin og førleikarnar hjá arbeiðsstyrkini hevur avgerandi týdning fyri allari framleiðslumenning og búskaparligum vøkstri. Tí er eisini so umráðandi, at lond okkara fylgja við í menningini í umheiminum umframt, segði Sten Ljungdal.

Batar hómast
Og hann vísti á, at sambært OECD er parturin av fólki við einari lidnari miðnámsútbúgving øktur í næstan øllum OECD londum. Í 22 av hesum liggur luturin millum 71 til 97 prosent fyri yngsta ættarliðið og nógv lond, sum vanliga eru illa útbúgvin, eru um at koma seg. Hetta samstundis sum, at útbúgving verður raðfest høgt í Evropeiska Samveldinum, sum hevur sett sær sum mál, at vera best kappingaføra og vitanargrundaða búskaparliga økið í heiminum.
Í løtuni eru miðnámsútbúgvingarnar á breddanum og metir Sten Ljungdal, at tríggjar stórar avbjóðingar eru fyri hesar útbúgvingar: at kunna liva upp til krøvini í modernaða samfelagnum, at økja um partin av ungdóminum, sum lýkur eina miðnámsútbúgving og samstundis at hækka støðið á øllum útbúgvingum.