Framtíðar fiskivinna í Klaksvík

Í annaðkvøld, týskvøldið 9. november klokkan 20.00, skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri almennum kjakfundi í Ósáskúlanum í Klaksvík um framtíðar fiskivinnu í Føroyum.

Fundurin er almennur. Staðfest verður, at enn er fiskivinnan grundarlagið undir búskapinum. Men fyrireikararnir halda, at ruðuleiki er í fiskivinnuni og at hetta bara elvir til ótryggleika og lítið støðufesti í vinnuni.

Hetta gagnar samfelagnum illa, og tí er neyðugt við broytingum.

Á fundinum fara umboð fyri Tjóðveldi at leggja fiskivinnuuppskot floksins fram, og síðan verða spurningar og kjak um uppskotið.

Ymisk vinnulívsfólk í lokaløkinum fara at bera fram sína meining fyri og ímóti uppskotinum.