Blokkniðurskurðurin kostar Føroyum meir enn 400 mió. kr. um ári, og hevur higartil kosta føroyska samfelagnum yvir 3.800 mió kr. Hvussu fara Føroyar at klára seg sum eitt vælferðarsamfelag í framtíðini á hesum grundarlagi? Hesin spurningurin verður viðgjørdur á almennum fundi hjá Samhald týskvøldið
Týskvøldið 3. nov. kl. 19.30 skipar Samhald fyri almennum fundi á Sjókafeini í Runavík, har evnið er Framtíðar Føroyar við skerdum blokki.
At greina hendan spurning hava vit fingið landsstýriskvinnuna í almannamálum Rósu Samuelsen og løgtingsmennirnar Helga Abrahamsen og Jaspur Vang. Tey fara at gera sínar metingar um, hvussu Føroyar koma at klára seg í framtíðini sum vælferðarsamfelag.
Heildarveitingin ella blokkurin var í 2002 í bestu tíð skorin inn á bein og ongin inntøka ella tillaging sett í staðin. Blokkurin bleiv skorin við 366 mió. kr. um árið ella 1 mió kr. um dagin. Harafturat blivu danir bidnir um ikki at prístalsviðgera blokkin framyvir. Tilsamans kostar hetta føroyska samfelagnum yvir 400 mió. kr. árliga. Sambært uppgerð frá fíggjarmálaráðnum hava Føroyar higartil mist eina upphædd upp á meiri enn 3.800 mió. kr.
Á fíggjarlógini, sum hevur eitt halli upp á 800 mió. kr., fara út við 75 % til bleytu virðini so sum almannamál, heilsumál og útbúgvingarmál. Sostatt eru bert 25 % eftir, har sparingar kunnu gerast uttan at rakat tey sjúku, tey veiku, tey gomlu og ungdómsútbúgvingar.
Hallið svarar til umleið tað, allir stovnar landsins, sum ikki røkja bleytu virðini, kosta tilsamans. Kunnu vit avtaka teir allar fyri at fáa roknistykkið at ganga upp? Kunnu vit avtaka TAKS, Fiskirannsóknarstovuna, Fiskiveiðueftirlitið, Skipaeftirlitið, Akstovan, Landsverk, Umhvørvisstovuna, Arbeiðseftirlitið, Strandferðsluna, Bygdaleiðir osfr. osfr. fyri ikki at raka tey sjúku, gomlu og veiku og soleiðis at fáa rokniskykkið at ganga upp?
Ella gongur roknistykkið als ikki upp?
Sjókafeini týskvøldið 03. nov. kl. 19.30. Fundurin er almennur.









