Framtíðar eldrarøkt - soleiðis skulu vit skipa framtíðar eldrarøktina í Føroyum

Tørvurin á eldrabúplássum nøktast: ?Enn nøkur ár aftrat er fremsta uppgávan at loysa sjálvan kjarnutrupulleikan í eldrarøktini: at útvega búpláss til øll teirra sum hava tørv á tí. Í hesum samgonguskeiði eru 157 nýggj pláss komin aftrat. Men enn langt eftir á mál í ávísum økjum, og tí eru tilsøgnir givnar til bygging av 132 eldrabúplásum aftrat tey fyrstkomandi árini.

 

Nútíðargerð av tí gamla: ?Í 2010 skal tørvurin á eldrabúplássum um alt landið vera nøktaður, so at farast kann undir næstu uppgávuna, at dagføra/útskifta tey gomlu ellis- og røktarheimini og sambýlini, sum vóru bygd í eini farnari tíð, og sum als ikki lúka nútíðar krøv.

 

Betri tænasta til heimabúgvandi:?- Fleiri ressursir skulu til Heimatænastuna at arbeiða við, so tørvurin hjá einstøku brúkarunum kann verða betri nøktaður enn í dag?- Økisterapiin skal skipast um alt landið og styrkjast, so gomul fáa betri møguleikar fyri øktum likamsvirkni og venjingartilboðum.?- Døgnvakt skal skipast um alt landið, so heimabúgvandi eisini kunnu fáa hjálp um kvøldið og náttina. ?- Mattænastan skal leggjast undir heimatænastuna, so øll gomul kunnu fáa tilboð um góðan kost.?

Dygdin á eldraheimunum skal lyftast: ?Eldraheimini skulu hava fleiri ressursir, so tænastan til búfólkini verður betri, og so tey kunnu skipa virksemið eftir Eden-háttinum:

- Størri trivnaður á sambýlum og røktarheimum við at broyta tey frá stovnum, stýrdir eftir óliðiligum starvsfólkaskipaðum mannagongdum - til eldraheim, har gerandisdagurin er tillagaður ymiska tørvinum hjá búfólkunum.

- Búfólkini luttaka í tilrættalegging og útinning av dagliga virkseminum, matgerð, reingerð, undirhaldi o.ø. aktivitetum.

- Persónligi integriteturin skal virðast við at tey ikki takast av ræði.

- Samband við skúla og dagstovnar, so ættarliðini kunnu bindast saman, fyri at skapa virðing og forstáilsi fyri hvørjum øðrum

- Samband við djór, urtagarðsarbeiði, umhvørvið í bygdini, fólk og náttúru.

 

Umsorganararbeiði lokalt trivnaðartiltak: ?umsorganararbeiði skal umskipast, so dagtilhaldini verða lokal kommunal trivnaðartiltøk, meðan mattænastan verður skipað sum eitt tilboð frá heimatænastuni?

Sertænastur fyri eldri fólk við serligum tørvi:?Millum tey eldru eru nógv, sum hava annan serligan tørv enn bert ein vanligan røktartørv. Neyðugt er at menna sertænasturnar til hesar ymisku bólkarnari:

- Demensøkið: umframt dagtilboð skal ein størri partur av búplássunum úti í økjunum skipast fyri dement, og tænastan skal styrkjast fakliga við at skipa serligt ráðgevandi demens-toymi.

- Gerontopsykiatri: til eldri sálarsjúk skulu skipast bútilboð úti í økjunum, fyriskipað av heimatænastuni. Tænastan til eldri sálarsjúk skal mennast fakliga við serligum gerontopsykiatriskum toymi. Fyribyrging móti tunglyndi hjá eldri skal vera samskipað átak fyri heimatænastu, økispsykiatri og kommunulæknaskipan.

- Eldri menningartarnað: menningartarnað verða eisini røktarsjúklingar, og mugu tí serstøk bútilboð og serstakar tænastur skipast til teirra úti í økjunum.

- Eldri misbrúkarar hava serstakan tørv á røkt, sum røkkur útum vanligu heimatænastuna. Tí má ein serstakur innsatsur á hesum øki fyriskipast.

 

Menning av føroyskari eldrafrøði:?Faklig serfrøði og gransking á eldraøkinum, sum ikki er í dag, skal uppbyggjast: Gerontologi, um broytingarnar, sum henda við okkum sohvørt vit eldast, og Geriatri, um eldrasjúkur og eldraheilsurøkt.?

Bygnaðarligur reformur av eldrarøktini:?Í staðin fyri negativu sundurliðingina av eldrarøktini í dag millum heimarøkt, sjálvsognarstovnar, kommunalar og landsmyndugleikar, skal fremjast ein skipanarlig integratión ella samansjóðing av allari eldrarøktini, tvs. heimatænastuni til heimabúgvandi og øllum ellis- og røktarheimum og sambýlum, so at tað í einstøku økjunum verður ein eldrarøkt, ein integreraður rakstur, viðv. visitatión, tilrættalegging, virksemis- og ressursustýring.?

Lógarfesting av eldrarættindum: ?Ein serlig eldralóg skal gerast sum rammulóg um tilboð og rættindi, sum myndugleikarnir skulu tryggja teim eldri. Samstundis skal gerast ein serlig rammulóg, sum regulerar virksemið á eldraheimunum.?

Fíggjarlig javnseting: ?Fíggjarligi ójavnin millum búfólk á ellis- og røktarheimum og á sambýlum skal burtur. Búfólkini skulu hava alla sína pensjón útgoldnað og heldur gjalda fyri veittar tænastur.?

Fjølbroytni í eldraíbúðum: ?Frá standardiseraðum eldrabúplássum til størri fjølbroytni í menningini av bústaðartilboðum til eldri, so tað verður tikið nógv størri fyrilit fyri persónligum ynskjum, so sum egnar eldraíbúðir, lutaíbúðir sum vardar íbúðir, umframt sambýli og røktarheim.

 

Aktivering av eldri og avvarandi: ?Tey eldru og teirra avvarandi skulu kunna luttaka sum ein aktivur partur í tilrættaleggingini og fyriskipanini av eldratænastunum á staðnum. ?Brúkararáð skulu skipast við einstøku heimini.?Eldraráð skulu skipast fyri heildarvirksemið hjá eldrarøktini í einstøku økjunum.?

Starvsfólk og faklig menning: ?Ein av størstu avbjóðingunum í eldrarøktini er at tryggja nøktandi fakligar og trivnaðarligar umstøður fyri øll tey, sum nú starvast í eldrarøktini, og fyri at kunna rekruttera tær nógvu góðu hendir, sum brúk verður fyri aftrat í komandi árum. ?Uppgradering av røktarfakliga økinum: betri útbúgvingartilboð við sjúkrarøktarfrøðiútbúgving á bachelorstigi, sum eisini má standa verandi starvsfólkum í boði við eftirútbúgvingarmøguleikum.?Nýggjur almanna- og heilsuskúli, sum eitt meira attraktivt útbúgvingartilboð fyri heilsurøktarar og heilsuhjálparar.?Upplyfting av fakliga yrkinum: eins og í heilsuverkinum skulu fakligu mørkini í Nærverkinum flytast uppeftir í yrkisligum funktiónum millum fakbólkarnar.?

Kompetansur og trivnaður:?Rúmligari skipan av røktarøkinum: sohvørt tørvurin av eldrabúplássum verður nøktaður, skal hetta geva rúm hjá heimatænastuni fyri betri arbeiðsumstøðum, eins og bygnaðarliga integratiónin av allari eldrarøktini skapar betri møguleikar fyri fyriskipan av uppgávunum.?Breiðari fakligar kompetansur og størri trivnaður í starvsvirkseminum við at arbeitt verður eftir sonevnda Eden-háttinum, og størri dentur verður lagdur á fólkaheilsupolitisk mál, um at stimbra einsvæl kropsliga sum andliga førleikan hjá teimum eldru. Eisini eigur at vera latið upp fyri øðrum fakligum kompetansum, sum t.d. pedagogiskum, inni á hesum arbeiðsøkinum.