Teir sigla so væl
sín fríða knørr
Undir hesum heiti skipar stuðulsfelagið »Dragin«-KG 212 fyri framsýning á Norðoyastevnu í ár. Norðuroyggjar hava eina langa og sera áhugaverda skipasøgu. Vit vita ikki við vissu, hvussu nógv skip hava verið tilsamans í Norðoyggjum, men á framsýningini verður roynt at lýsa skipasøguna í myndum. Við hvørja mynd er ein stutt frágreiðing, sum sigur nakað um skipið. Tað finnast ongar myndir av teimum elstu skipunum, sum Klaksvíkshandilin átti, men kortini er ein frágreiðing gjørd um hesi skip, t.d. Fortuna, Emma Dorthea, Bikuben og Løvenørn.
Sera áhugaverd er søgan um skonnartina »Caprice«, sum trøllanesmenn saman við umleið 100 øðrum norðingum keyptu í 1865. Felagið kallað »Norderø Fiskeri- og Skibs Selskab af 1865«.
Tað elsta skipið, sum mynd er av, man vera sluppin »Norðingur«, sum hevði KG 1. og sum »Norðoyggjafelagið« keypti í 1886. Tað størsta reiðaríið í Norðoyggjum er sum kunnugt P/F J. F. Kjølbro, sum íalt hevur átt 72 skip og bátar. Á framsýningini eru myndirnar settar upp í tí raðfylgju, sum tey komu til reiðaríið.
Framsýningin vísir eisini skipini hjá seglhúsmonnunum, Jóan Jakku Jacobsen og Jens Clæmint Isaksen, Stellu-skipini, Innustovuskipini umframt ein hóp av skipum, sum onnur smærri feløg og privatpersónar hava átt. Eisini eru myndir av skipsmanningum og gamlar myndir av Klaksvík.
Gamlir filmar
um fiskifør
Á framsýningini verður høvi til at síggja ein film, tá trolarin »Sjúrðarberg« kom á Klaksvík í 1948, og eisini ein film frá sildatíðini í 1950-unum. Filmurin er tikin upp umborð á M/B »Dragasund«.
Myndir hjá Fjallheim
Fjallheim varð føddur í 1898 og vildi sostatt fylt 100 ár í ár. Fjallheim fotograferaði á glasplátur við gamla fototóli sínum, har hann noyddist at stinga høvdið inn undir toydúkin, tá hann fotograferaði. Tær gomlu myndirnar eru sera týðuligar, og nógv eru tey heim í Klaksvík, sum hava bygdamyndir, skipamyndir, konfirmantamyndir og brúðarmyndir hangandi á vegginum, sum Fjallheim hevur tikið. Gamla fototólið og glasplátur o.a. frá Fjall-heim eru við á framsýningini.
Gamlar myndir hjá
Absalon Joensen
í Gerðum
Absalon Joensen, prestur, slektaður úr Gerðum, tókst nógv við at fotografera. Á framsýningini er eitt úrval av gomlum myndum, sum hann hevur tikið í Klaksvík. Fleiri av myndunum eru sera áhugaverdar og vísa, hvussu Klaksvíkin sá út tá á døgum.
Framsýningin er opið frá kl. 15-22 báðar norðoyastevnudagarnar.
Mat- og køkutombola
norðoyastevnuaftan
Norðoyastevnuaftan verður stórt mat- og køkutombola í norðaru fimleikarhøll, meðan framsýningin er í sunnaru fimleikarhøll. Mat- og køkutombola byrjar kl. 18 norðoyastevnuaftan, so har verður høvi til at vinna sær ein góðan døgurðabita, ella okkurt gott afturvið kaffinum á Norðoyastevnu.
Møguligt at vitja
umborð á »Dragan«
á Norðoyastevnu
Í ár verður møguligt hjá almenninginum at vitja umborð á »Dragan« á Norðoystevnu. Arbeiðið við at umbyggja »Dragan« til skúlaskip er komið væl áleiðis, tað stóra smíðiarbeiðið er mest sum liðugt, men kortini er ymiskt, sum restar í enn.
Arbeitt verður við at lakera mastrar, bummar og gaflar og gera rustjørn og ymisk jarnbesløg til øll rundholtini. Í summar er ætlanin at seta mastrarnar í og gera rigningin. Síðani verður farið undir at taka mát til seglini, sum síðan verða seymað komandi vetur. Enn er motorurin ikki komin í og el-arbeiðið er ikki gjørt enn. Tað eru 6 ár síðani umbyggingin byrjaði, og er alt arbeiðið gjørt ókeypis í fríløtum.
(Hans Eli Hansen sendi okkum grein og myndir)