Framsýning í gamla Kommunuskúlagarði

Jórunn Dánialsdóttir hevur framsýning við sínum sermerktu handbroderaðu kompositiónum á vadmal og myndum úr ymsum tilfari, eini 20 verk tilsamans umframt annað listahandverk

Jórunn hevur lænt ta kommunalu miðlonina í gamla Kommunuskúlagarði við Vaglið í Tórshavn til sýningina.

Fernisering var í gjár, og er framsýningni opin hetta til endan av juli mánaði.

Leygardagin 27. juli kl. 14- 20, ólavsøkuaftan  og ólavsøkudag frá kl. 15- 20 og týsdagin 30. og mikudagin 31. juli  frá 14- 18.