Dreymar hjá Amariel Norðoy í Focus

Í morgin verður fernisering í Galerie Focus, sum nú er í Flatnagerði 6.

Í samband við, at Amariel Norðoy verður 76 ár leygardagin hin 9. oktober, sum er í morgin, verður fernisering frá klokkan 15 til 17.

 

Framsýningin, sum er í Galerie Focus, verður opin til hin 21. oktober. Galerie Focus er flutt til Flatnagerði 6, fyrrverandi atelier hjá Amariel Norðoy.

 

Á framsýningini eru málningar, akvarell/ pastellir í rammu og litografiir, og sjálvur sigur Amariel Norðoy, at heitið á framsýningini hóskandi kundi verið "Dreymar".

 

Framsýningin verður opin frá týsdegi til fríggjadag í tímunum frá klokkan 14-17, og leygardagin verður opið frá klokkan 13 til 15.

 

##med2##