Framsókn fer at hækka barsilsútgjaldið

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn

 

Í svari til in.fo, sum hevur spurt øll forfólkini í politisku flokkunum hendan spurning: 

»Hvussu vil tín flokkur hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið?«

Ruth Vang svarar soleiðis:

Prísvøksturin rakar okkum øll og Framsókn vil hjálpa teimum borgarum fíggjarliga, sum eru ringast fyri og í vanda fyri ikki at fáa endarnar at røkka. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri barnafamiljur, sum eru sperdar. 

Í heila tikið eru nógvar barnafamiljur sperdar í dag, ikki bara fíggjarliga. Ein bólkur, sum er serliga kroystur, eru familjur, sum hava børn við avbjóðingum, serliga sálarligum avbjóðingum. Vit hoyra um ørkymlað foreldur, sum bíða eftir at koma framat í barna- og ungdómspsykiatriini, har bíðitíðin kann vera upp í tvey ár.  

Politiska svarið upp á avbjóðingarnar er ofta, at vit mugu játtað meiri pening. Vit mugu tá ásanna, at hóast játtanin til vælferðartænastur er hækkað við 100-tals milliónum seinnu árini, so røkka vit enn ikki á mál. Eg vildi ynskt, at eg kundi víst á skjótar einfaldar loysnir.  Tíverri, vísir tað seg aloftast, at trupulleikarnir eru samansettir. Men samtíðis síggja vit dømi um, at har vit politiskt veruliga seta okkum mál og hava dirvi og viljan at fylgja teimum, har ger tað mun. Tað er púra greitt fyri okkum í Framsókn, at vit skulu gera okkum nógv meiri ómak fyri at loysa avbjóðingarnar við trivnaði hjá børnum og ungum.

Fyri okkum í Framsókn er tað avgerandi, at familjurnar hava tað gott, at tær hava rásarúm at skipa sítt lív og at fylgja sínum málum og dreymum. Tað fara vit framhaldandi at raðfesta. Eitt nú fer Framsókn at hækka barsilsútgjaldið, koma vit til valdið.

Ruth Vang

Forkvinna í Framsókn