Øskan úr Íslandi elvir nú til, at Atlantsflog framskundar flogferð til Keypmannahavnar í morgin. - Morgunflogfarið til Keypmannahavnar flýgur sum vant klokkan 08.15 í morgin. Har er enn pláss fyri fleiri ferðafólkum. Tað er enn óvist, um øskan fer at ávirka flogferðsluna til Danmarkar seinnapartin í morgin. Tí hevur Atlantsflog framskundað fráferðina við RC 456, ið skuldi flúgva klokkan 14.45, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog.
Hann sigur, at hetta flogfarið fer úr Vágum klokkan 12. Og tey heita tí á ferðafólkini, sum skuldu við RC 460 klokkan 17.30 um at koma á flogvøllin til flogførini, ið fara fyrrapartin, tí tað er sannlíkt, at hetta flogfar verður avlýst.
Kvøldflogfarið úr Keypmannahavn ? RC 459 ? sum ætlandi skuldi flúgva klokkan 19.00 - er framskundað til fráferð klokkan 16.00 danska tíð.