Framsýningin byrjar við kvøldsetu

Jórunn Dánjalsdóttir, sum skipar fyri stóru myndaframsýningini ”Realskúlaframsýningin 1916-66”, er byrjað at hanga myndir upp í Kommunuskúlanum í Havn.

Á framsýningini verða umleið 500 myndir av næmingum og lærarum í Færøernes Mellem- og Realskole frá 1916 til 1966.


Framsýningin byrjar við kvøldsetu í auluni í Kommunuskúlanum mánakvøldið 23. juli kl. 19, har borgarstjórin setur framsýningina og fyrrverandi næmingar siga frá um skúlatíðina. Annars verður framsýningin opin soleiðis: 24. til 31. juli frá kl. 15–20, 1. til 4. august frá kl. 10-20, og 5. august frá kl. 15-20.









.