Framsýning av havnarmyndum

Á Torginum í SMS er hesa vikuna áhugaverd framsýning við myndum úr gomlu Havnini.
Tað er listamaðurin, Høgni Larsen, sum hevur framsýningina, og er talan um akvarellir, sum ímynda ymiskar partar av Havnini, sum hon tá sá út.
Talan er tó ikki um original verk, men harafturímóti um kopiir av upprunaligu akvarellunum, men fyri tað er ikki sagt, at tær ikki taka seg væl út heima í stovuni.
Í alt er talan um 45 myndir, sum hesa vikuna eru at síggja. Framsýningin lat upp mánadagin, og verður hangandi á Torginum alla vikuna út. T.v.s. til og við leygardagin.