Framsókn stillar upp við sterkastu manning

Listin hjá Framsókn til býráðsvalið í Havn er liðugur og verður helst kunngjørdur í morgin. Øll tey fólkavaldu í høvuðsstaðnum eru á listanum

 

Tað verða trý fólkavald, sum stillar upp á listanum hjá Framsókn til býráðsvalið í Havn. Umframt býráðslim floksins seinastu fýra árini, Bergunn Kass, so stilla bæði løgtingsfólk floksins, Ruth Vang, forkvinna, og Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, upp til býráðsvalið.

Á seinasta býráðsvalið varð Bergunn Kass vald í býráðið við 188 persónligum atkvøðum.

Framsókn fekk á valinum 1.094 atkvøður, sum er 9,0 prosent av atkvøðunum. Tað gav flokkinum 10. sessin í Tórshavn býráð. Tað merkir, at flokkurin var rímuliga tryggur, tí tríggir aðrir sessir vórðu býttir út á flokkarnar, eftir at Framsókn fekk sín sess. Seinastu sessirnar áttu Javnaðarflokkurin (11.), Tjóðveldi (12.) og Fólkaflokkurin (13.).

Soleiðis var atkvøðubýti á listanum hjá Framsókn á seinasta býráðsvalið í Havn:

 

1.

Bergun Kass

188

2.

Ruth Vang

153

3.

Súsanna Olsen

130

4.

Høgni Reistrup

129

5.

Fridtleif Birgar Johannesen

113

6.

K. Sissal K. Kristiansen

81

7.

Poul Clementsen

65

8.

Oda W. Andreasen

56

9.

Róaldur Jákupsson

49

10.

Berit W. Samuelsen

45

11.

Birita Arge

26

12.

Aleksandur L. Olsen

15