Tað sær út sum, at samgongan er við at finna eina semju um, hvussu politiska kabalin skal fáast at ganga upp, eftir at Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, fór úr starvi sum landsstýriskvinna í mentamálum, og Ruth Vang úr Framsókn varð koyrd úr starvi, sum forkvinna í Fíggjarnevndini.
Í morgum veit KvF at siga frá keldum, at ætlanin er at býta Mentamálaráðið sundur í tvey, og at Hanna Jensen úr Framsókn skal umsita undirvísingarmál, og Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi skal umsita restina av mentamálunum.
Framsókn hevur kravt at fáa okkurt aftur fyri, at Ruthg Vang varð koyrd frá sum forkvinna í Fíggjarmálum, men hinvegin hevur Tjóðveldi víst á, at tey eru størsti flokkur í samgonguni, eftir at Javnaðarflokkurin hevur mist næði Sonju Jógvansdóttir og Kristin Michelsen, og tað býtið eigur at síggjast aftur í landsstýrinum.
Tìðindini eru kortini ikki váttað, men tað hevur ljóðað, at ein fráboðan fer at koma seinni í dag. Fer Hanna Jensen í Landsstýrið, fær framsókn ein nýggjan tinglim, tað er Bjarni K. Petersen, sum onkuntíð hevur havt sæti á tingi sum varafólk.