Framsókn heldur fast við persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi

– Tey virðini, sum flokkurin hevur, hava høvuðstýdning. Vit ynskja tó eisini at koma í samgongu, men virðini hava størst týdning, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Í morgun legði Framsókn fram valskránna til valið 31. august á Gamla Apoteki. Við yvirskriftini ”Haldføri – fyrst og fremst” legði Poul Michelsen fram eina valskrá í 18 punktum.

Millum annað varð tosað um:
- Eitt fjølbroytt og rúmligt samfelag
- Eitt framkomið og væl lært fólk
- Marknaðarstýrd fiskivinna
- Alivinnan – vøkstur við varni
- Ein ferðavinna, sum vit kunnu liva av og liva við
- Burtur úr búskaparligu sveiggjunum
- Kommunali geirin skal endurskoðast
- Ferð á grøna orku
- Útlendingamál á føroyskar hendur


Hann vísti á, at Framsókn vil halda fasta við síni virði sum tann liberali tjóðskaparflokkurin. Men hann ásannaði eisini, at flokkurin í verandi samgongu hevur bakkað í fleiri viðurskiftum fyri at fáa semjur.

Meira frá framløguni verður her á heimasíðuni og í Sosialinum.

Sí myndir frá framløguni her.

##ms##