Framleið tín egna streym - spar pening og umhvørvi

- Øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja okkara framsýning við ljóspanelum, sigur Áki Mortensen, stjóri í Hita

 

 

Tað er ikki longur bert ein framtíðardreymur at framleiða sín egna streym. Við nýggju ljóspanelunum, sum vit seta upp, kanst tú í Føroyum framleiða nóg mikið av streymi til at gera teg sjálvforsýnandi 8 mánaðir um árið – frá mars til oktober.

 

Nógv ljós í Føroyum – serliga um summarið

Føroyar hava nógv ljós millum mars og oktober, og serliga frá mai til august er so nógv ljós, at panelini ofta framleiða meira streym, enn húsið brúkar. Hetta yvirskotið kann seljast til SEV, sum keypir streymin fyri helvtina av vanliga prísinum. Tað merkir, at tú ikki bara sparir á elrokningini – tú kanst eisini fáa inntøku av tínum egnu panelum.

 

SMA inverterar og Sunny Home Manager – hjartað í skipanini

Vit brúka SMA inverterar – eitt av heimsins mest álítandi og orkuvinnandi merkjum. Inverterurin umsetur streymin frá panelunum til brúkiligan 230V streym, sum fer beinleiðis út í títt elnet. SMA skipanin tryggjar, at tú fært maksimalt út úr hvørjari sólarstrálu og gevur tær yvirlit yvir framleiðslu og brúksmynstur.

 

Við Sunny Home Manager fært tú eina snilda stýriskipan, sum lærir seg at kenna títt elbrúk og samansetir tað við sólarframleiðsluna. Hetta merkir, at tú kanst nýta mest møguligt av tínari egnu orku – t.d. seta hitapumpu, elbilaløðing ella uppvaskimaskinu í gongd, tá panelini framleiða mest.

 

Vit taka okkum av øllum

Tá tú velur okkum, fært tú heildarloysn:

•    Útrokning av panelum og effekt.

•    Uppsetan og el-monteringsarbeiði.

•    Góðkenning hjá SEV, so alt er klárt og lógligt.

Vit gera alt arbeiðið frá byrjan til enda – tú nýtur bara fyrimunirnar: Lægri elrokning, grønari orku og ert sjálvforsýnandi stóran part av árinum.

Vit geva ókeypis tilboð og ráðgeving. Ring ella skriva, so finna vit útav, hvussu tú kanst fáa mest burturúr ljóspanelum – bæði til hús og vinnu.

Skriva ella ring til okkum, so vit kunnu hjálpa tær at finna røttu orkuloysnina til títt heim.

 

- Øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja okkara framsýning við ljóspanelum, sigur Áki Mortensen, stjóri í Hita.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##