Framleiðslan av Maybach steðgar

Týska Mercedes-Benz verksmiðjan Daimler AG hevur tikið avgerð um at steðga framleiðsluni av marglætisbilinum Maybach í 2013.

Á marknaðinum kappast Maybach við bilar sum Rolls-Royce og Bentley. Maybach er ein væl umtóktur bilum millum oljusjeikar í Miðeystri.

Í Danmark kostar ein “vanligur” Maybach umleið 9 milliónir krónur, meðan tann í fínastu útgávuni kostar umleið 25 milliónir. Orsøkin til at framleiðslan steðgar er tann, at bilurin er ov dýrur at framleiða og sølan ov lítil. Ístaðin verður tað tann stóri Mercedes S, sum kemur kemur at fáast í enn flottari útgávum.