Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at framleiðslan er byrjað úr Blackbird-leiðini í enska partinum av Norðsjónum. Hetta er fyrsta fundið hjá Atlantic Petroleum, ið verður útbygt, og triðja framleiðsluleiðin hjá felagnum.
- Útbyggingin av leiðini hevur gingið væl, og er framleiðslan byrjað seks vikur fyrr enn upprunaliga ætlað. Kostnaðarætlanin fyri útbyggingina hevur eisini hildið.
Atlantic Petroleum sigur, at oljan, sum rennur úr Blackbird-leiðini, verður førd ígjøgnum framleiðsluskipið (FPSO) Aoka Mizu, ið liggur á Ettrick-leiðini skamt frá. Gassið verður leitt ígjøgnum SAGE-leiðingina til lands.
Blackbird-feltið liggur í bretsku loyvunum P.273, P.317, og P.1580 í teigunum 20/2a, 20/3a, og 20/2f.
- Vit eiga 9,4% í leiðini, og fyristøðufelagið Nexen eigur hini 90,6%, sigur felagið.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um, at leiðin er komin í framleiðslu, og at tað er eydnast at koma í gongd fyrr enn ætlað, umframt at kostnaðarætlanin hevur hildið. Blackbird styrkir framleiðslustøðu felagsins og inntøku.
Í eini aðrari fráboðan send til marknaðin í dag boðar Atlantic Petroleum frá, at teirra ognarpartur í Perth-leiðini, eisini í bretska partinum av Norðsjónum, er øktur úr 10,8% til 13,4%. Økti ognarparturin er frá Maersk Oil, sum ikki er partur av loyvinum longur.
Hini feløgini í loyvinum eru DEO Petroleum, ið er fyristøðufelag, sum eigur 52,03% og Faroe Petroleum, ið eigur 34,62%.
- Ein útbyggingarætlanin fyri Perth varð send bretsku myndugleikunum síðst í september, og væntandi kemur svar frá teimum um einar
seks mánaðar, sigur Atlantic Petroleum.