Framkomin Volvo dieselmotorur

Næsta ár kemur Volvo Car Corporation við einum nýggjum dieselmotori til Volvo S60, V70 og S80. Talan er um ein lættan 5 syl. 2,4 litur motor, sum Volvo Cars hava konstruerað, og verður hann gjørdur á egnari motorverksmiðju í Svøríki.

Magnus Gunnarsson

Aluminiumsmotorur

Hesin nýggi 5 syl. common rail dieselmotorinum, kemur ístaðin fyri Volkswagen dieselmotorin, sum Volvo hevur koyrt við higartil. Motorurin, ið er gjørdur úr aluminium, hevur 163 hk. brúkar 9,9 sek. at koma frá 0 til km/t. Um motorurin til dømis er í einum Volvo S80, verður oljunýtslan 15,6 km/l.

Tekniskir fyrimunir

Við tað at motorurin hevur common rail tøkni, verður brennievni deilt millum allar sylindararnar við høgum trýsti, gjøgnum eitt felags rør. Teir teknisku fyrimunirnir eru at brennitilgongdin verður stýrd heilt neyvt, og gevur tað góða kraft, minni oljunýtslu, minni larm og betri komfort.

Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S