Framhaldssøgan um Oyrasundskollegiið

Dimmalætting skrivar 21. november undir yvirskriftini ?Føroysk ghetto skal syndrast?, at ?myndugleikarnir? eru farnir at spjaða føroysk lesandi, sum søkja bústað i Danmark. Orsøkin skal vera, at so nógvir føroyingar búgva á Øresundskollegiet (ØK).

 

Tað framgongur ikki beinleiðis, hvørjir hesir ?myndugleikar? eru; men Lennart Larsen hjá DIS (Ejendoms- og boligadministration, herundir ØK) verður endurgivin fyri at hava sagt, at føroyingar ofta velja bara at søkja bústað á ØK, og ?tað er ongantíð gott, tá ov nógvir tjóðskapir savnast eitt stað?.

Sissal Kristiansen, formaður í MFS, verður víðari endurgivin fyri at siga seg skilja avgerðina um at minka um talið á føroyingum á ØK og fáa føroyingarnar at spjaða seg meira, tí ?tað hevur givið trupulleikar, tá mentanir stoyta saman?, og lagt verður aftrat, at ?danir eru ikki so villir við føroyskum dansi, áhaldandi guitarspæli á náttartíð og so heldur ikki vid matarluktinum?; og avgerðin er tikin út frá ?áhaldandi klagum? (undirforstaðið um føroyingar).

3. desember er aftur ein grein í Dimmalætting. Hesa ferð eitur tað fyrst, at ?danskir myndugleikar? vilja minka talið á føroyingum á ØK; seinri eitur tað ?myndugleikin, sum stýrir studentaheiminum?. Greinskrivarin hevur samrøðu við Høgna Hoydal, sum verður endurgivin fyri at siga seg ætla at reisa málið um føroyingarnar á ØK í Fólkatinginum sum ein prinsipiellan spurning um rættindini hjá føroyskum útisetum í Danmark.

Hesar greinir hevur havt nakrar óhepnar fylgjur við sær:


1. Útvarp Føroya hevur ? við Dimmalætting sum keldu ? borið hesi tíðindi víðari, so nú skuldi trygging verið fyri, at tey flestu fólk í Føroyum hava fingið tað við.

2. Ein e-postur frá næstformanninum í MFS bleiv sendur út ? undirritaðu fingu hann 6. desember - við tíðindum um, at leiðslan á ØK skal hava heitt á DIS og CIU (Centralindstillingsudvalget) um ikki at vísa fleiri føroyingum inn á ØK. Í e-postinum verdur heitt á móttakararnar um at møta upp á felagsfund fyri íbúgvarnar á ØK 12. desember og velja ávísan persón til nevndina, sum hevur sagt seg vera sinnaðan at kanna málið. Haraftrat verður mælt til at senda e-postin víðari til onnur á ØK; og sum skilst, er hesin e-postur farin víða um.

3. Fundurin 12. desember var merktur av hesum málinum. Leiðslan á ØK var bæði bilsin og vónsvikin av framfararháttinum hjá Dimmalætting, Útvarpi Føroya, MFS, og hvør annars hevur verið uppií. Tað vísti seg, at áðurnevndi persónur hjá DIS var skeivt endurgivin ? ið hvussu er, tá hugsað verður um, hvørja niðurstøðu greinin hevði. Á fundinum bleiv sligið fast, at hvørki DIS CIU ella ØK hevur nakrantíð tikið ella umhugsað at tikið avgerð um at minka um ella steðga føroyingum í at flyta inn á ØK. Kjarnin í útsøgnini hjá DIS var, at um føroyingar (og onnur) seta fleiri kollegiir enn ØK á ynskilistan í bústaðarumsóknunum, er møguleikin at fáa ein bústað størri. Og tað er líkasum nakað heilt annað.

4. Leiðslan var somuleiðis bilsin og vónsvikin av pástandinum um, at føroyingar skulu eitast at verða serliga illa klagaðir vegna larm og matarlukt, og at hetta skal vera ein av orsøkunum til, at føroyingar skulu vísast burtur frá ØK. Einki hald er í hesum; tvørturímóti verða føroyingar sjáldan klagaðir.


Samanumtikið helt ØK-leiðslan helt tað vera nógv fyri, at útsøgnin hjá DIS er snarað til eina slíka niðurstøðu; at Dimmalætting (og Útvarpið) setir pástandir um leiðsluna á ØK fram uttan eina einastu ferð at hava sett seg í samband við hana; og at ein e-post kampagna ? við skeivum pástandum um ØK-leiðsluna - varð sett í gongd aftanfyri ryggin á leiðsluni.

Ein skuldi so trúð, at nú var málið avgreitt og pástandirnir manaðir niður í jørðina. Men mín sann, um ikki Dimmalætting aftur 18. desember ? heilar 6 dagar aftaná felagsfundin - borðreiðir við eini triðju grein, har Martin Mouritsen, nevndarformaður á Kagså Kollegiet verður endurgivin fyri at hava sagt seg vilja vera við til at loysa trupulleikarnar á lokalum plani, heldur enn á politiskum.

Hvørjar ?trupulleikar?? Hvør er tað í grundini, sum hevur ein trupulleika?

Hetta er ein álvarsom ákæra móti ØK, DIS ella CIU, ella hvørjir nú hesir ?myndugleikarnir? eru. At útihýsa ávísum tjóðskapum frá kollegium er ? umframt ósympatiskt og óetiskt ? beinleiðis ólógligt. Eisini er tað álvarsamt, at tann fyrsta greinin í Dimmalætting ført til ta næstu, har málið nú verður sett í samband við hugtakið ?etniskur bólkur?. Føroyingar í Danmark skulu sambært hesi grein ?sveima í einum løgfrøðiligum ongamannalandi?. Og í tí triðju greinini verður orðið ?útreinskan? nevnt.

Frá málberingini ?etniskur bólkur? til ?útreinskan? er ikki langt til t.d. ?etnisk útreinskan?, sum jú er uppi í tíðini. Ein lesari, sum ikki hevur møguleika ella stundir at seta seg inn í viðurskiftini og í hesum føri bara hevur Dimmalætting og Útvarp Føroya sum keldu, kann lættliga fáa ta fatan, at føroyingar í Danmark verða so illa viðfarnir av donsku myndugleikunum, sum eisni skínur ígjøgnum greinarøðina sum ein reyður tráur. Og verður alt hetta samanhildið við tíðarinnar rák við fremmandahatri í Danmark og øðrum londum, ja so fæst tað, um ein vil, at passa so væl í eina ?sannleikamynd? av negativum viðurskiftum millum føroyingar og danir. - Hví uppfinna trupulleikar, har teir ikki eru til frammanundan og traðka á onnur uttan orsøk? Hvat hetta djúpast sæð botnar í, kann ein gera sær sínar egnu tankar um, men orð sum paranoia og undirlutakenslur falla okkum inn.

Tað er gott at gera vart við órætt. Men tá pástandir byggja á snaraðar upplýsingar, er tað dupult ringt. Í hesum føri er órættur gjørdur móti ?donskum myndugleikum? ella ØK-leiðsluni, sum er nóg ringt í sjálvum sær. Men haraftrat kemur, at teir partarnir í málinum, sum hava verið fyri órætti, fáa eitt petti til eina ávísa sannleikamynd av føroyingum og føroysku pressuni. Sostatt rakar hetta ófantaliga álopið hjá Dimmalætting nøkur onnur enn tey, tað vist var ætlað at raka, nevniliga okkum føroyingar á ØK og ikki minst Dimmalætting sjálva - sum ein boomerang.

Hvussu leingi sleppur henda lygisøgan at florera aftrat? Hvat skal til fyri at sannføra Dimmalætting um, at søgan var ein lodrøtt lygn frá byrjan av, sum bleiv størri og størri í yvir tríggjar vikur? Í greinarøðini hevur blaðið endurgivið samrøður við 4 persónar, harav bara 1 frá teimum sokallaðu myndugleikunum ? og hon varð snarað. Hevur Dimmalætting hesar vikurnar ongantíð umhugsað at seta seg í samband við tann sentrala og ákærda partin, nevniliga ØK-leiðsluna?