Oddagrein
Klokkan 15:00 hin 7. september 2005 varð so sáttmálin millum Landsverk og Ístak á borðinum í fundarhølinum hjá Landsverki í Tórshavn og so varð undirskrivað. Langt um leingi er er tað komið hartil, at tunnilin millum Hov og Ørðavík fer at gerast veruleiki. Tað kann vera torført hjá fólki uttan fyri oynna ímynda sær, hvussu ómetaliga stóran týdning hendan verkætlan fer at hava fyri gerandislívið, vinnulívið og menningina í Suðuroy.
Við lisitatiónina hjá Landsverki 12. juli 2005, gjørdist úrslitið, at íslendska fyritøkan Ístak hevði lægsta boðið av fýra - kr. 126.668.934,- uppá arbeiðið at gera vega- og tunnilssamband millum Øravík og Hov. Eini 20 fólk stukku inn á gólvið hjá Landsverki hendan dagin. Umframt sjálva undirskrivingina vóru tvær smærri framløgur um verkætlanina. Hetta er ein roynd at skapa meira opinleika og geva fólki betri innlit í verkætlanina, og hvussu alt arbeiðið verður skipað . Tað royndist eftir øllum at døma væl og er avgjørt nakað, sum Landsverk eigur at halda fram við.
Suðuroyggin hevur sum kunnugt stórar búskaparligar trupulleikar. Arbeiðsloysisprosentið er 7 og tungt gongur við at fáa hjólini í sunnaru helvt at mala aftur. Tó eru glottar eitt nú við, at arbeiðsloysisprosentið er fallið - tað var 9 fyri hálvum ári síðani. Eitt gott infrakervi er ein meginforreyt fyri menning. Við tunnlinum millum Hov og Øravík verður infrakervið og infrabygnaðurin í oynni munandi betur og er sostatt ein meginfortreyt fyri menning lokin. Tunnilin kemur so at siga at gera oynna til ein bý og hevur hetta stóran týdning fyri heilsuverk, útbúgving og vinnulív í oynni
Um ein góðan mánaða kemur nýggi Smyril í sigling millum Suðuroynna og meginlandið. Henda hending fer ikki at hava minni týdning fyri oynna. Gott og regluligt samband við meginøkið er onnur fortreytin fyri menning og trivnað í Suðuroy. Smyril verður so at siga landavegur suðuringa millum høvuðstaðin og lokalsamfelagið. Tað er tí umráðandi, at fók og vinnulív í oynni fáa sum mest burturúr hesari íløgu. Smyril má sigla minsta tríggjar ferðir um samdøgurði millum Drelnes og Havnina, og farmagjøldini eiga at vera til at bera hjá vinnuni. Hetta verður dýrt, men tað verður sum frá líður enn dýrari ikki at veita suðringum ta best møguliga tænastuna.
Sosialurin