Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram hava tryggjað sær at enda millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Fram vann í kvøld á útivølli 28-26 á ÍR. Í steðginum var javnleikur 13-13. Dánjal var noteraður fyri trý upplegg til mál (assist) í kvøld.
Sigurin merkir, at Fram hevur 20 stig, og teir eru níggju stig frammanfyri Selfoss á níggjunda plássinum. Selfoss kann í mesta lagi røkka 19 stigum. Tí spæla Dánjal og liðfelagarnir í fýra teimum seinastu dystunum fyri at fáa eina so góða endastøðu sum gjørligt í grundspælinum.
Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu á heimavølli 25-27 (11-13) fyri Haukum. Jóhannes skoraði tvey mál í dystinum.
Stjarnan hevur 10 stig á triðaftasta plássinum. Teir eru bert eitt stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Í morgin klokkan 15 taka Bjarni í Selvindi, Allan Norðfoss og liðfelagarnir í Vali móti gamla liðnum hjá Allani, KA í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Við sigri kann Valur vera einsamalt oddalið við 28 stigum.











