Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni
So fingu vit aftur eitt væla-verk frá Búskaparráðnum. Eina frágreiðing við heitinum Inntøkustøðið í Føroyum - hví eru vit so rík, men ikki eins rík sum hini?
Hevur tað ikki verið sagt fyrr, - og tað hevur tað, so verður tað í hesari frágreið-ingini - helst tí seinastu - frá Búskaparráðnum skorið út í papp, hví vit dragna aftur úr.
Ei dáni í, at talsmenn fyri seráhugamál nísta og fara so harðliga fram í orð og talu, at ongin torir at kvetta. Fremstu menn siga, at hetta má viðgerast av politiska myndugleikanum, men løgmaður talar við síðuna av um aðrar marknaðarmøguleikar. Høgni Hoydal fýlist á hetzi ímóti formanninum, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava fund við Búskaparráðið um tað, tað sigur. Sum um ikki alt stendur í frágreiðingini, sum er neyðugt at siga.
So eisini henda frágreiðingin, sum rópar á landsins kosnu fólk um at taka seg saman og tæna føroyska samfelagnum sum heild og ikki seráhugamálum, fer skjótt at verða gloymd í tí vanliga keglinum, eins og so nógvar aðrar ávaringar, og eitt nú tað, sum varð sagt í summar um alingina.
Vinnuoyðandi vinnupolitikkur?
Í Útvarpinum 6. august í ár segði Hermann Oskarsson, at tað var bert vinnu-politikkinum fyri at takka, um alivinnan nú fór fyri bakka.
?Tað almenna hevur ikki respekterað ognarrættin hjá landinum til tilfeingið.
?Tað almenna hevur ikki lagt band á, hvussu einstøku loyvishavararnir hava kunna borið seg at.
?Tað hava heldur ongi tiltøk verið gjørd at taka gjald fyri og forða skaði-liga ávirkan á náttúru og onnur loyvi.
Útsøgnin hjá Hermanni um, at tað er vinnupolitikkurin, sum er atvoldin til, at tað almenna ikki respekterar ognarrættin hjá land-inum til tilfeingið, var tor-skild tá.
Tað almenna sum ognarmaður
Onki bendir á, at Búskapar-ráðið heldur, at tað almenna skal eiga tilfeingið. Heldur hevur boðskapurin hjá ráð-num og Hermanni Oskarssyni verið tann, at um almenna skal sita við ogn, má tað virka sum ognarmaður. Tað kann ikki bara lata nøkrum "tilvildarligum" hesa ogn at nýta uttan at krevja gjald afturfyri.
Hetta munu vit øll skilja. Ongin ognarmaður (kapi-talistur) hevði latið øðrum sína ogn at nýta ókeypis. Hann hevði heldur ikki latið hana uttan treytir og krøv um, hvussu hon skuldi verða røkt, og í hvørjum standi hon skuldi verða latin honum aftur.
Ognarmaður vil hava sín part av tí ágóða, sum nýtsl-an av ognina kastar av sær, og hann vil tryggja sær, at hann fær ognina aftur við líka stórum nýtsluvirði, sum hann læt hana. Hann hevur eftirlit við nýtsluni og treytar sær stór deposi-tum at endurbøta skaðar, verða treytirnar ikki fylgd-ar.
Landsstýrið hevur fingið sær ræðið á aliøkjunum á sjónum og situr tí við teimum sum ognarmaður. Men hesin ognarmaðurin hevur við lóg forðað sær sjálvum at krevja gjald fyri útleigu av ognini. Hann hevur somuleiðis sett sær forboð fyri at krevja trygd fyri skaðum, dálking og tvørrandi burturbeining av aliútgerð, tá virksemið heldur upp at. Einans feløg - P/F og Sp/f - við avmarkaðari ábyrgd kunnu fáa aliloyvi, so ongin er at fara eftir.
- Eyðkennið fyri væl umsitna ogn er, at hon støðugt veksur í virði. Hvussu er og ikki, mugu vit vera samd um, at aliøkini í Føroyum hava ikki sama virði, sum tey høvdu í góðu døgunum. Ábyrgdin av umsitingini liggur hjá ognarmanninum.
So um tað er føroyskur vinnupolitikkur, at tað almenna skal vera ognarmaður og eiga tilfeingið, mugu vit geva Hermanni rætt í, at tað er vinnupoli-tikkinum fyri at takka, um alivinnan fer fyri bakka.
Heldur ikki virðing fyri fiskameingisogn
Vit kunnu spyrja, um tað bara er í alivinnu, at tað almenna við lóg hevur sýtt sær rættin at umsita ognar-rættin hjá landinum sum ein ognarmaður?
Hvussu er tað í fiskivinnuni? Her hevur landið við lóg fingið sær ognarrættin til alt livandi tilfeingi á føroysku landleiðini og tað tilfeingi, sum við samráðingum er fingin uttanfyri landleiðina. Eru her ikki frægari møguleikar at virka sum ognarmaður?
Meðan lógin um aling onki sigur um endamál, hevur lógin um vinnuligan fiskiskap drúgva uppremsing um, hvat lógin er ætlað at fremja. Sagt verður, at
Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ym-isku dýra- og plantustovn-arnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.
Tað eru bert tær seinastu tvær reglurnar, sum geva tí einstaka politikaranum okkurt ítøkiligt at virka fyri, nevniliga at tryggja støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. Øll uppremsingin áðrenn eru tóm orð, tá støða skal takast um, hvussu ognin hjá landinum skal nýtast.
Heldur ikki í fiskivinnuni ber til hjá landinum sum ognarmanni at lata part av ognini uttan ókeypis, tíansheldur at seta treytir og krøv um, hvussu latna ognin skal verða latin aftur eftir lokna nýtslu.
So heldur ikki her respekterar tað almenna ognarrættin hjá landinum.
Vinnupolitikkurin er enn býtispolitikkur
Tá vinnupolitikkurin varð orðaður í 1999, varð dentur lagdur á at gera greiðan skilnað millum alment og privat. At hesir leiklutir ikki skuldu blandast saman. Samtíðis varð áherðsla løgd á at skapa vinnuni frægastu karmar at verða altjóða kappingarfør.
Altjóða kappingarførar fyritøkur vaksa í virði. Tær megna at økja um sína sølu og framhaldandi hava eitt gott avkast. Hetta er fingið við at vinna keyparan og endaliga brúkaran fyri seg. Avkastið verður fyrst og fremst nýtt at gera kappingarførið enn betur. Við vørum og tænastum, sum gera keyparan enn nøgdari, tryggjar fyritøkan sína framtíð og virði - eisini sum eitt gott arbeiðspláss.
Fyritøkur, ið ikki eru í handilsligari kapping um ta rávøru, sum tær skulu skapa kappingarført meirvirði burtur úr, brúka alla sína orku upp á at leggja rávøru undir seg. Síðan ræður um skjótast gjørligt at troyta hesa rávøru, meðan hon enn er til, og prísurin er góður. Virðið á fyritøkuni liggur í at fáa rúgvu í fyrsta liði og ikki í nøgdsemi í seinasta liði.
Er kappingin um rávøruna ikki handilslig, nyttar tað ikki hjá fyritøkuni, sum vil hava rávøruna, at bjóða prís, gjaldshættir ella lang-tíðarsáttmála í sínum "keypstilboði". Nei, her ræður um politiskt áhugaverd tilboð.
Heldur enn at styrkja førleikan í fyritøkuni at gera endaliga brúkaran nøgdan, verður orkan brúkt upp á politiska myndugleikan, eitt nú at sannføra hann um, hvussu stóran týdning tað hevur fyri "keyparan", at hann kann selja tiltuskaðu rávøruna, har henda til eina og hvørja tíð gevur besta prísin.
Skuldi "ognarin" í hesari støðu fingið herðindir av ringari samvitsku, at hann ikki tekur nóg stór atlit til burðardygga gagnnýtslu og tilfeingisvarðveitslu o.a., verður hann skjótt mintur á, at ongin av teimum, sum hann hevur latið ognina at brúka, heldur seg hava fingið nóg mikið.
Í staðin fyri at skapa karmar fyri vinnuliga kappingarførum fyritøkum, sum vaksa í virði, endar vinnupolitikkurin aftur í tí, sum hann tey mongu seinastu árini hevur verið, nevniliga kappbjóðing millum teir fólkavaldu at býta eina ogn, sum ikki veksur í virði.
Tá tað almenna legst á kapitalin, gerst vinnupolitikkur bara býtispolitikkur. Tá týnir tað almenna arbeiðspláss í fyrsta liði og skapar ikki karmarnar fyri arbeiðsplássum í seinnu liðunum. Hvørki samfelag ella fyritøkur vaksa í virði.
Óalmenn almenn frágreiðing
Inntøkustøðið í Føroyum - hví eru vit so rík, men ikki eins rík sum hini? er frágreiðing, ið allir Føroyingar áttu at havt høvi at ogna sær og lisið. Hon gevur frálíka gott innlit í samfelagsbúskaparligu viðurskiftini í Føroyum og hevur týdning fyri okkara fólkaræðisligu menning. At hoyra útvald brot og tulkingar í útvarpi er gott og væl, men hetta er frágreiðing, sum eigur at verða lisin úr enda í annan. Tú skalt hava stundir at lesa, hugsa og lesa av nýggjum.
Men tú fært hana ikki í vanligum bókabúðum. Hon liggur ikki millum allar hinar bøkurnar, sum tú kanst keypa. Tú skalt hava teldu og internetsamband, skalt tú lesa hana.
Eisini tí fær hon ikki tann týdning, sum hon hevur uppiborið. Eisini tí verður hon goymd og gloymd burtur. Aftaná kreppuna, sum vit nú hasta inn í, fer hon at verða tikin fram við orðunum, sum vit kenna frá tíðini beint eftir hina kreppuna: Men hví lurtaðu tit ikki eftir búskaparráðnum?
ES! Fyrsta rokið, sum skal fáa okkum at gloyma frágreiðingina, er longu komið. Tað snýr seg, um Fiska-virking skal keypa Faroe Seafood, ella um tað skal verða loyvt leiðslu í Faroe Seafood at bjóða upp á fyritøkuna.
Var nøkur verulig meining aftanfyri orðini um, at nú skuldi einskiljast, áttu øll at verið fyndarglað. At onkur vildi keypa.
Men nei. Aftan á sjey ár tykjast menn nú samdir um, at Fiskavirking og Fiskasølan skulu leggjast saman. So ganga aftur tvey til trý ár við samanlegging og prospektgerð. Í meðan gerst almenna felagið púra einsamalt at stýra føroyskari fiskavirking.