Framúr døgurði hjá Føroysku Sjómanskirkjuni

    

Lagt upp var til tað heilt stóra sunnudagin, tá Sjómannskirkjan helt gudstænastu í Glyvrakirkju og stóran døgurða fyri innbodnum aftaná. Sjómanskirkjan hevur 20 ár á baki, og nógv er hent innan hesi 20 ár og seinasta er, at kirkjan nú hevur fingið egnan prest settan í Hull og hon eitur Hjørdis Kjærsgaard. Og tað var júst tað sum eisini skuldi hátíðarhaldast.
»Tíðin rennur sum streymur í á« ljómaði sum fyrsti sálmur í Glyvra Kirkju og kórið var fult av prestum, sum vóru komnir til hátíðargudstænastuna. Í dag skuldi teir bara sita afur á lurta og deknar teirra gjørdu arbeiðið heima í sóknini. Yvirhirðin í fólkakirkjuni Hans J. Joensen, biskupur talaði úr kórinum. Hann greiddi frá, hvussu Sjómanskirkjan varð stovnað og fegnaðist um, at Hull var kosin sum fyrsti býur, har føroyskur sjómansprestur skuldi virka. Bispur kom inn á viðurskiftini millum Føroyar og stóra grannan fyri sunnan og hvussu hesi viðurskiftust mentust við ferð, tá seinni heimsbardagi brast á. Hann ynskti føroyska sjómansprestinum signing við nýggja starvinum. Bispur takkaði stovnaranum av tí føroysku sjómannskirkjuni Henning Bøgesvang, sjómanspresti í Gøteborg fyri arbeiði. Hann takkaði eisini Ronald Petersen, aðalskriv-ara í Donsku Sjómanskirkjuni fyri gott samstarv seinastu mongu árini. Og so takkaði hann Ólavi Rasmussen, presti, fyri at vera stigtakarin til at fáa ein føroyskan sjómansprest út í heim at arbeiða sum føroyskur sjómansprestur. Ólavur Rasmussen var ikki sjálvvur hjástaddur.
Hjørdis Kjærsgaard, sum er hálvur føroyingur, prædikaði á føroyskum, og væl lá fyri. Hon er góður predikantur og teksturin var ikki av teim lættastu, serliga fyri prestar. Tí dagsins tekstur var um tann miskunnsama samáriubúgvan og tað var júst ein prestur, sum var tann fyrsti at ganga fram við hesum illa fyrikomna og særda ferðamanni. Hann gekk fram við og hugdi hin vegin, vildi slett ikki hjálpa honum. Tað eru framvegis fleiri í halda at okkurt skeivt er komið fyri í tekstinum, at tað heldur var ein fariseari, sum kom framvið.
Nógv fólk var í Glyvra Kirkju. Umframt teir gott 100 innbodnu gestirnar var kirkjuliðið fjølment, vit hoyrdu rungandi sang, vakran kórsang og floytuspæl.
Framúr døgurði
Undirritaði hevur sjálvur starvast í Sjómanskirkjuni og var í hesum sambandið boðin við til hátíðarhald og døgurða. Og eg hevði glett meg nógv til júst hendan døgurða, tí hann hevur verið væl og virðiliga viðgjørdur í bløðunum seinastu tíðina. Betri reklama fyri ein døgurða enn skrivingin hjá Ólavi Petersen, kann neyvan hugsast, tung byrða lá á kokkinum á Runavíkar Sjómansheimi sunnudagin.
Men sum ein strika í allari rokningini, kom mentamálaráðharrin seinastu mánaðarnar, Høgni Hoydal, í bløðunum í vikuskiftinum og segði, at skrivingin hjá Ólavi Petersen var ikki bein. Rokningin fyri døgurðan á Sjómansheiminum varð goldin av innsavnaðum peningi, sum sjómanskirkjan hevði fingið frá talvugongd í kirkjuni og frá fíggjarligum stuðlum hjá Sjómanskirkjuni annars, frá manningarfeløgum og øðrum og slett ikki úr landskassanum.
Og døgurðin var ein veldug íløga hjá Føroysku Sjómanskirkjuni. Tí so hvørt sum vit mettaðust, so byrjaðu talurnar, og tað vóru føgur orð og lyfti um fíggjarligan styrk í tey flestu bóru fram, av teimum sum høvdu møguleika at skaffa pening. Umboð vóru fyri tey 60 kirkjuráðini í landinum og tey eru til dystin fús at lata avlopspening til Sjómanskirkjuna, tað eru manningarfeløgini eisini og onnur við.
Og hvat fingu vit so til døgurða. Lætt saltaðar rækjur, sum einaferð hava svomið á havsins botni yvir á Flemmish Cap, fiskaðar av føroyingum, blandaðar upp í ljósareyða dressing, fínt kryddað við kryddurtum uttan úr heimi, ein dressing, sum hevði sín uppruna sum nýmjólk í onkrum føroyskum fjósi, áðrenn hon bleiv yst á Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Rækjur og dressing lógu á frískum grønmeti og asparges. Og so høvuðsrætturin. Rund, dillandi, tilpass feit og trivalig rullisteik við sviskum og gularótum inni í, væl og brún stokt og lekkur. Akkurát sum ein rullusteik, ið man bara fær á bygd, tíverri, eigur at vera. Og sósin, lættliga søt, brún, væl tilsmakkað og leskilig. Og omaná, ja Ólavur, hetta var super :O)). Ein alvorlig triflla við budingskremi, frukt, fløta og sjokolátu omaná.
Fleiri sjómansprestar
Tað kom týðuliga fram undir borðhaldinum, at sjómanspresturin í Hull ikki fór at vera tann seinasti og einasti. Uttan at vera ítøkiligar, so bendu talurnar á, at vit fóru at fáa sjómansprestar aðra staðir eisini. Og tað fer helst at merkja, at at ein sjómansprestur fer at arbeiða onkunstaðni millum Rotterdam og Hongkong, á leiðini har bingjuskipini røkja sambandið millum Europa og Fjareystur. Danska Sjómanskirkjan hevur nú eisini fingið fótin fastan í suðurspanska býnum Algacieras, og har hevði ein føroyskur sjómansprestur hitt føroy-ingar dagliga.
Komandi landsstýriskvinnan í mentamálum, Anita á Fríðriksmørk er farin undir venjingarnar, áðrenn hon tekur við í hesi vikuni. Hon tók orðið á Sjómansheiminum í Runavík og tað er lítil ivi um, at hon verður ein góður stuðul undir Sjómanskirkjuni. Hon hevði føgur orð at bera tí arbeiði sum verður gjørt í Sjómanskirkjuni.
Sum er, so er bara Hjørdis úti fyri Føroysku Sjómanskirkjuna, men framtíðin hevur avbjóðingar. Samstarvið við Donsku Sjómannskirkjuna heldur fram, eisini eftir at hon verður samanløgd við Dansk Kirke i Udlandet á nýggjárinum og júst hendan samanlegging fer eisini at skapa nýggjar møgu-leikar hjá tí føroysku sjómanskirkjuni at koma í samband við føroyingar uttanlands.
Mánadagin var nevndin fyri sjómanskirkjuna og útlendsku gestirnir á ferð í Norðoyggjunum. Týsdagin fóru Hjørdis við familju, aðalskrivaðin í donsku sjómanskirkjuni Ronald Peter-sen og konan Inga, og Solveig og Henning Bøges-vang aftur til arbeiðis úti í heimi.