Fram og Vestmenningur farnir aftur til fiskiskap

Vestmannatrolararnir Fram og Vestmenningur, sum hava skift høvuðsmotorarnar, fóru nýggjan túr á middegi í dag. Nýggju høvuðsmotorarnir vórðu royndarkoyrdir leygardagin og sunnudagin. Í gjár varð útgerðin tikin umborð aftur, og á middegi í dag fóru teir av Vestmanna, teir fara á gulllaksaveiðu.