Fram lagt seg á odda

Sørvingar snávaðu í Eysturskúlanum móti Fram, sum nú hevur lagt seg einsamalt á odda í meistaradeildini hjá monnum. Fleyr spældi sín fyrsta dyst í kappingini og vann 3-0 móti ÍF. Samanumtikið sær út til, at kappingin hjá monnunum verður meira spennandi, enn nógv høvdu roknað við

 

Flogbóltur:


Fram-SÍ 3-1 (19-25, 25-23, 25-20, 25-21)

ÍF-Fleyr 0-3 (12-25, 22-25, 22-25)


SÍ hevur víst styrki seinastu vikurnar, og teir høvdu eisini gott mót til toppdystin móti Fram leygardagin. Sørvingar byrjaðu kappingina við at vinna sera sannførandi móti einum illa mannaðum ÍF-liði, meðan Fram við neyð og deyð hevði bast Mjølni 3-2 í Klaksvík.

Hetta umframt tað, at SÍ vann móti júst Fram í finaluni í Fleyr-kappingini fyri tveimum vikum síðani gjørdi, at nógv høvdu SÍ sum favoritt í Eysturskúlanum leygardagin.

Men tað gongur jú ikki altíð so sum prestur prædikar. Í einum tøttum og sera spennandi dysti eydnaðist tað teimum úr Fram at vinna 3-1 og soleiðis leggja seg einsamallar á odda í meistaradeildini eftir tvey tey fyrstu umførini.

Tað var SÍ, sum legði best út og vann fyrsta settið 25-19. Men so fekk Fram so líðandi betri tak á. Teir hildu uppat við at gera tær villurnar, teir høvdu gjørt í fyrsta setti, og gjørdi ikki mætari enn at vinna trý tey næstu settini. Men tað vóru trý sera tøtt sett. Fram vann tey 25-23, 25-20 og 25-21.

Og tað var eisini talan um tvey sera jøvn lið. Hesaferð dróg Fram longra stráið, tí teir høvdu ein betri dag. Meðan SÍ vísti javnt gott spæl allan vegin, mentist spælið hjá Fram gjøgnum dystin, og tað var tað, sum í síðsta enda førdi til sigurin.

Og spælið hjá havnarmonnunum var nógv frægari enn í Klaksvík eina viku frammanundan, tá teir ikki fingu vent dystinum fyrr enn í evstu løtu.


Fleyr byrjaði við sigri

Útfallið av dystinum í Havn er eisini áhugavert fyri kappingina, tí við úrslitunum og spælinum hjá SÍ higartil hava summi stúrt fyri, at teir fóru at verða ov sterkir fyri øll hini, og at kappingin tí ikki fór at verða serliga spennandi. Men tað er neyvan ov langt av leið at siga, at sum tað sær út nú, hava trý lið nærum eins góðar møguleikar fyri at vinna kappingina. Fleyr vann á Kambsdali og kann ivaleyst eisini geva bæði Fram og SÍ harða kapping.

Fleyr vann 3-0 (25-12, 25-22 og 25-22), og komandi leygardag spæla teir á heimvølli móti SÍ. Tann dysturin fer helst eisini at geva eina góða ábending um, hvussu liðini bæði flóta. Hin dysturin í meistaradeildini næsta vikuskifti er í Klaksvík millum Mjølnir og ÍF. Hvørgin av teimum hevur fingið stig enn, og taparin av tí dystinum stendur einsamallur eftir á botninum. Fram hevur frívikuskifti næstu ferð. Teirra næsti dystur verður um tvær vikur móti Fleyr.