Heimsmeistarnir og olympisku meistarnir úr Fraklandi mundu aftur mist stig í dag.
Frakland vann ein lítið sannførandi 21-20 sigur yvir Kekkia, sum tapti 25-37 ímóti Spania. Frakland var á odda 16-10 ímóti Kekkia í steðginum, men steðgaði fullkomuliga upp í seinna hálvleiki.
Ì seinna hálvleiki gekk eitt heilt korter uttan, at franska liðið fekk mál. Hetta gagnnýtti Kekkia, og kekkiska liðið javnaði til 17-17.
Tíbetur fyri franska venjaran, Claude Onesta, so eiga fraklendingar ein av heimsins bestu málverjum. Thierry Omeyer tók eitt hava av kekkiskum møguleikum, og tað er bara honum fyri at takka, at Frakland fekk tvey stig burtur úr dystinum í dag.
Ígjár spældi Frakland eisini ein vánaligan dyst, tá teir bert fingu javnleik 29-29 ímóti Ungarn. Fríggjadagin spælir Frakland ímóti Spania, og tá skal annar lútur til.









