Fríggjakvøldið tapti Frakland 2-0 ímóti Ukreina á útivølli. Tá meiri enn spøkti møguleikin, at Frakland ikki fór at verða partur av HM endaspælinum í Brasil næsta summar. Men í kvøld megnaðu illa kroystu fraklendingarnir at sleppa sær úr tronganum, sum teir fríggjakvøldið komu sær í.
Í kvøld vann Frakland 3-0 á heimavølli í París ímóti Ukreina, og harvið ber samantaldi 3-2 sigurin í finaluumfarinum við sær, at Frakland verður partur av HM endaspælinum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tað hevur eydnast at venda 2-0 tapi í fyrra dystinum í finaluumfari til samlaðan sigur.
Hugburðurin var heilt øðrvísi hjá fraklendingunum í kvøld, enn hann var fríggjakvøldið í Kiev.
Longu eftir hálvan tíma var støðan 2-0, og harvið stóð tað samantalt á jøvnum. Tíðliga í 2. Hálvleiki misti Ukreina ein mann, og so var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn heimaliðið skoraði málið, sum bar HM atgongumerkið við sær.
Átjan minuttir undan leikloki rakti skot hjá Franck Ribery ein av verjuspælarunum, og so trillaði bólturin inn um strikuna. So var støðan 3-0, og harvið vann Frakland samantalt 3-2.










