Frakland setir forboð fyri at avlíva hanungar

Tað verða 50 miljónir hanungar avlívaðir í Fraklandi um árið, men hetta skal nú halda uppat.

Áðrenn árið í ár er umliðið, fer Frakland at seta flogfenaðídnaðinum forboð fyri at hópavlíva hanungar.

 

Tað upplýsir landbúnaðarmálaráðið i landinum.

 

Sambært nýggjum tølum, sum eru atkomilig, verða 50 miljónir hanungar avlívaðir í Fraklandi um árið.

 

Ein teknologisk loysn skal finnast, soleiðis at funnið verður fram til, hvat er hani, og hvat er høna - longu í egginum.

 

Soleiðis skal flogfenaðídnaðurin syrgja fyri, at eggini við hanungum ikki verða klakt, veit tíðindastovan NTB at siga.