Fronsku landsliðsspælararnir í fótbólti gremja seg nú um, at áskoðararnir á heimavøllium í Paris ikki stuðla liðnum nóg væl. Um vikuskiftið spældi Frakland ímóti Mexico og vann 1-0, men fronsku áskoðararnir vóru ikki serliga væl nøgdir við sigurin.
- Vit ivast í, um áskoðararnir yvirhøvur vilja hava okkum at vinna dystir. Í Onglandi stuðla áskoðararnir altíð liðnum hjá sær, men her klappaðu fólk, tá málmaðurin hjá okkum fekk gult kort, segði Thierry Henry eftir dystin, har hann sæt á beinkinum allar 90 minuttirnar.