Frakland mist málmannin

Málmaðurin Gregory Coupet hevur givið avboð til landsdystin ímóti Føroyum mikukvøldið. Coupet hevur staðið í málinum hjá Fraklandi seinastu dystirnar, men nú hevur hann givið avboð, og franskir fjølmiðlar gita um orsøkina til avboðið. Einki verður sagt um skaða ella annað, men eftir øllum døma sita Coupet og landsliðsvenjarin Raymond Domenech ikki væl um sátt. Ístaðin fyri Coupet skal Sebastian Frey úr italska felagnum Fiorentina verja málið ímóti Føroyum.