Frakland aftur rakt - illgruni um yvirgang

Ein maður við flaggi hjá Islamiskum Stati, er lopin á verksmiðju í Fraklandi í morgun

Frakland er aftur rakt av yvirgangi í morgun

 

Ta hendi tá ið ein maður, við einum flaggi hjá Islamiskum Stati, leyp á eina verksmiðju í Grenoble í morgum.

 

Enn er er støðan heldur ógreið, men útlendskir fjølmiðlar siga, at ein maður er funnin deyður, hann lá hálshøgdur beint við inngongdina til verksmiðjuna, og eitt flagg frá Islamiskum Stati, varð sett við líkið

 

Men tað sigst eisini, at fleiri fólk eru særd á verksmiðjuni, sum ger gass. Vitni hava greitt frá, at maðurin, sum trokaði seg inn á verksmiðjuna, greiddi frá, at hann kom frá Islamiskum Stati og síðani slepti hann gassinum úr fleiri fløskum, og sprongdi tær í luftina.

 

Onnur siga, at talan var um minst tveir mans, sum trokaðu seg inn á verksmiðjuna. Sagt verður eisini, at annars er skotin, men at ein 30 ára gamal maður er handtikin, og at hann hevur greitt frá, at hann umboðar Islamiskan Stat. Tað er ein maður, sum franska fregnartænastan hevur havt eyguni við.