Umleið tveir triðingar av allar nýggjari ogn, sum er skap í heiminum seinastu tvey árini, hava heimsins ríkastu, sum eru eitt prosent av heimsins fólki, fingið.
Tað er ein av niðurstøðunum í eini nýggjari frágreiðing frá felagsskapinum Oxfam Ibis. Oxfam Ibis er ein danskur menningarhjálparfelagsskapur, sum arbeiðir fyri at stríðast ímóti ójavna í heiminum.
Tøllini loypa í eyguni á aðalskrivaranum í Oxfam Ibis, Lars Koch.
– Tann kreppan, vit hava havt seinastu trý árini við farsótt og nú inflatiónskreppu hevur ført til ein ógvuliga stóran vøkstur í ríkidøminum hjá teimum allaríkastu, sigur hann.
Samstundis er tað fyrstu ferð i 25 ár, at talið av fólki, sum liva í stórum fátækradømi, er vaksið, sigur Lars Koch.
Tilsamans er heimsins ogn upp á tvey ár vaksin við 295.500 milliardum krónur. Heimsins eitt prosent ríkastu hava fingið 63 prosent av hesum.
– Tað er sera stórur ójavni í býtinum av tilfeinginum, sum sjálvandi sæst aftur í, at vit eisini hava vaksandi fátækradømi og ójavna, sigur Lars Koch.
– Tølini koma úr árligu frágreiðingini hjá Credit Suisse, hvørs nýggjastu tøl er frá desember 2021.
Og við støði í listanum av dollaramilliardingum á listanum hjá amerikanska blaðnum Forbes, síggja tey hjá Oxfam Ibis, at ognin hjá dollaramilliardingunum í miðal er hækkað við 19 milliardum krónum um dagin frá mars 2020 til noveber 2022.
Ert tú dollaramilliardingur merkir tað, at tú hevur eina ogn svarandi til minst eina milliard amerikanskar dollarar.
Sambært aðalskrivaranum hevur koronufarsóttin á nøkrum økjum viðvirkað til gongdina.
Bæði farsóttin og hækkandi matvøruprísir ávirka tey fátækastu mest, sigur Lars Koch.
– Samstundis hava statirnir pumpað nógvar túsund milliardir krónur út í búskapin fyri at halda hondina undir feløgum og arbeiðsplássum, og teir pengarnir hava pumpað partabrøvini upp, sum í stóran mun tey ríkastu eiga.
Niðurstøðan hjá honum er, at svarið hjá statunum upp á koronukreppuna nógva staðni hevur givið teimum ríkastu pengar.
Frágreiðingin hjá Oxfam Ibis sum hevur heitið »Survival of the Richest«, ella á føroyskum – »Tey ríkastu klára seg« – verður almannakunngjørd sama dag, sum World Economic Forum í Davos byrjar.
/ritzau/