Aftur í ár fer Porkeris Fornminnafelag at skipa fyri føstulávintshaldi í skælanum í Porkeri, har øll eru væl komin at vera við. Tað verður leygardagin 21. februar kl 14. Á skránni verður tunnusláttur bæði fyri yngri og eldri og kaffi og pannukakur verða at fáa. Harafturat verður kakutombola og lutaseðlar verða seldir.
Porkeris Fornminnafelag skipaði í fjør fyri føstulávintshaldi í skælanum, og undirtøkan var góð.
Porkeningar taka ógvuliga væl undir við felagnum, og fyrireikingarnar at gera gamla skæla til savnshæs eru næ komnar so væl áleiðis, at væntandi verður farið undir at smíða í vár