Frítíðin fer til Kyndil

51 ára gamla Annsy Høghamar er kend innan hondbóltsheimin. Hon hevur spælt nógvar dystir fyri felag sítt Kyndil, og er í dag ein av nevndarlimunum.







  • Hvat er títt dagliga arbeiði?


- Eg arbeiði sum fulltrúi hjá Toll & Skatt. Her arbeiði eg serliga við avgreiðsluni av tollmálum. Eg byrjaði annars í 1978 í tí sum tá kallaðist Føroya Gjaldstova.
 



  • Hvat gert tú í frítíðini?


- Ein rættiliga stórur partur av frítíðini fer í ítróttarfelagnum Kyndil. Eg havi spælt nógv hondbólt her, og eg siti nú í nevndini. Mær dámar eisini væl at renna, og ætli mær eisini at renna ígjøgnum Norðoyatunnilin, tá hann letur upp.
 
 



  • Spælir tú hondbólt enn?


- Ja, men eg havi ikki spælt so nógvar dystir í ár. Faktiskt bara tveir í 3. deild.
 
 



  • Hvussu hevur hetta kappingarárið roynst hjá Kyndli?


- Um kvinnurnar vinna við 5 málum móti Neistanum mikudagin, so koma vit í finaluna móti Stjørnuni (OBS: Neistin vann kortini henda dystin við sjey málum, blðm.). Hjá monnunum hevur gingið væl. Teir eru í finaluni móti vestmenningum. Hetta eru altíð spennandi dystir, og sum kunnu fara báðar vegir.
 
 



  • Hvørjum vilt tú heilsa?


- Eg vil fyrst og fremst heilsa einastu ommudóttur míni, Sáru, sum býr í Danmark og sum fyllir tvey ár 29. apríl. Annars vil eg heilsa øllum sum eg kenni.