Fyrsti dagurin í nýggju hølunum hjá Frítíðarskúlanum var í gjár. Børn og starvsfólk fegnaðust um tey nýggju og størri hølini, sum nú fara at hýsa frítíðarskúlanum framyvir.
Í sambandi við innflytingardagin, høvdu tey opið hús frá klokkan fimm til sjey týskvøldið, har fólk fingu høvi til at síggja hølini.Umstøðurnar eru so nógv betur bæði inni og úti, og leiðarin, Jóna Jacobsen, sigur, at nú fer at bera til at gera nógv meira. Serliga uttanfyri er betur nú, tí garður er um stovnin. Tað var tað ikki í hinum hølunum, sum vóru í gamla Føroya Banka. Tey lógu beint við vegin. So starvsfólkini fara ikki at hava so nógvan ampa á sær nú, tá børnini fara út at spæla. Harafturat var bert tað eina starvsfólki áðrenn, men nú eru tvey heil størv á frítíðarskúlanum. Tað kemur av, at áðrenn vóru pláss til tíggju børn, men nú kunnu tey vera 16 í tali.
Frítíðarskúlin hýsir elstu børnunum í barnagarðinum og so næmingum í fyrsta og øðrum flokki. Tey eru tilsamans 13 í tali, so pláss eru fyri trimum afturat.
Børnini hava verið sera spent, og tey vóru saman við foreldrunum boðin til eina hugnaløtu í nýggju hølunum mánakvøldið. Hetta varð gjørt, so børn og foreldur kundu síggja teirra nýggju høli áðrenn, har tey framyvir skulu halda til.
Frítíðarskúlin húsaðist í gomlu hølunum hjá Føroya Banka, men so keypti kommunan eini eldri sethús beint við kirkjuna og gjørdu tey um til ein frítíðarskúla.