Frítíðarskúlin á Argjum fingið nýggja lon

Nýggja lonin, sum er bygd upp í Skúlan a Argjahamri, er nú tikin í nýtslu

Skúlin á Argjahamri hevur nú fingið nýggja lon. Talan er um eina útbygging, ið er á 130/140 m2, og hon ger, at fermetratalið nú er hóskandi til núverandi barnatal. Talan er um 6 rúm, ið eru ymisk til støddar umframt vesi.

Frítíðarskúlin fer at brúka hølini, tvs. forskúli, 1., 2. og 3. flokkur.

Forkvinnan í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, Gunvør Balle, segði nøkur orð, tá ið nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu seinnapartin í dag. Ann Hansen, leiðari í frítíðarskúlanum á Argjahamri segði eisini nøkur orð.

##med2##

##med3##

Niðanfyri er røðan hjá Gunvør Balle:

- Upprunaliga var frítíðarskúlin bygdur til 100 børn, men vit máttu ásanna, at barnatalið var hægri, og tískil var upprunaliga frítíðarskúlin bygdur ov lítil. Barnatalið í dag er 144 børn – men hetta tal fer helst at vaksa, nú vit síggja, hvussu nógv Argir veksur í hesum døgum, serliga við nýggju útstykkingini her við Klingurstjørn

Sp/f Valbjørn Dalsgarð hevur staðið fyri arbeiðinum, og MAP arkitektar hava verið ráðgevar. Arbeiðið hevur gingið sera væl hjá øllum pørtum, onki roks, - og tað eru vit sera takksom fyri.

Skúlin á Argjahamri er nú at kalla ein mentanardepil á Argjum við nógvum ymsum virksemi.

Fyrst og fremst er hetta okkara felags skúli við forskúla og frítíðarskúla. Tí er hetta staðið fremsti mentanarberi til at undirvísa og menta og menna okkara børn. Argir er formliga ein býarpartur í Tórshavnar kommunu, men Sandá skilir okkum frá Havnini, og tað markið merkir eisini mentalt, at vit kenna okkum enn eitt sindur sum ein bygd, (sum Argir søguliga var) - við okkara egna avmarkaða øki og samleika. Og at hava sín sjálvstøðuga samleika og felagsskap er týðandi – tað síggja vit við ítróttarfeløgunum hjá okkum, vit eru errin av AR, ÍA og AB – og tað hevur stóran týdning.

##med5##

- Men skúlin er í dag karmur um virksemi við børnum og ungum og vaksnum ein stóran part av samdøgrinum. Síðani henda stóra og flotta ítróttarhøllin er komin, hava ymisk ítróttarfeløg – td ÍA og kurvabóltur og fleiri onnur – sína dagligu gongd her, og her er ljós og lív og venjingar í høllini til midnátt nærum dagliga.

Og hetta er eitt frambrot fyri ítróttina, sum tey eisini eru sera nøgd við. Og í fjør lat Argjaskotið – ungdomstilboðið upp – og tað var aftur eitt stórt framstig fyri felagslívið og samanhaldið á Argjum, - og nakað sum foreldur og ung á Argjum leingi høvdu spurt eftir. Eini 60-80 børn um vikuna ganga í Argjaskotinum, men er okkurt serliga spennandi tiltak fyriskipað, kunnu upp í 150 børn og ung møta upp í ungdómstilboðnum.

##med4##

- Kvøldskúlin er eisini inni við onkrum tiltaki, umframt at skúlin verður brúktur til mangt annað meri og minni skipað virksemi. Og í summar samtykti Býráðið, at SáH eisini skal vera valstað í framtíðini, so í ár var val til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð hildið í skúlanum, og tað riggaði eisini væl

So her er skúli, frítíðarskúli, argjaskotið, ítróttarhøll og valstað umframt ymiskt annað eisini.

Og við øllum hesum hevur hesin bygningur, skúlin, eisini sera stóran mentanarligan og savnandi týdning fyri trivnaðin á Argjum, og tað hevur sera stóran týdning fyri okkum í býráðnum, ið byggja skúlabygningar og skulu umsita skattaborgarans pengar á besta hátt – at okkara bygningar verða so væl brúktir og gagna so mongum, sum til ber.

Eg veit, at tað skal stórt tol og smidleiki til frá øllum síðum til at fáa alt hetta ymsa virksemi at rigga saman, og eg vil fegin takka tykkum øllum, serliga skúlastjóra og leiðaranum fyri frítíðarskúlan fyri at fáa hetta at bera til. Hetta virðismeta vit.

Hjartaliga til lukku til okkum øll við nyggju lonini, og eg ynski øllum tykkum – børnum, starvsfólki og leiðslu góða eydnu og blíðan byr við tykkara arbeiði, ið nú hava fingið hesi nýggju og hóskandi hølini aftrat.

##med6##