Nú verður loftið í KÍ-høllini eisini rópt Sornhús. Orsøkin til tað er, at soleiðis verður nýggjur frítíðarskúli har nevndur.
Frítíðarskúlin hoyrir til Mylnuhús, sum nú hevur flutt øll skúlabørnini í KÍ-høllina, har tey framyvir skulu halda til.
Higartil hevur Mylnuhús verið barnagarður, vøggustova og frítíðarskúli fyri skúlabørn. Men nú verða bara barnagarður og vøggustovu í Mylnuhúsinum, meðan nýggja deildin skal hýsa skúlabørnunum í 1. og 2. flokki.
Samstundis sum hendan broytingin verður gjørt, verður eisini pláss fyri fleiri børnum.
Tríggjar deildir
24 børn hava gingið í barnagarði í Mylnuhúsinum, men nú verður pláss fyri 42 børnum. 30 pláss vóru í frítíðarskúlanum í Mylnuhúsinum, men nú hesin er fluttur í KÍ-høllina, verða plássini 45 í tali.
Umframt hesar báðar stovnar, hevur Mylnuhúsið eisini útibarnagarð, og tað hoyra sostatt 99 børn til stovnin.
Hann Thøgersen, sum er leiðari fyri Mylnuhúsið, sigur, at tað er spennandi at fáa nýggjan frítíðarskúla, og tey rokna við, at hesin kemur betur til sín rætt í KÍ-høllini.
? Frítíðarskúlin er nú nærri skúlanum, og har er fótbóltsvøllur, ítróttarhøll og svimjihøll í umráðnum, so tað er stuttur teinur hjá børnunum til alt, sigur Hanna Thøgersen.
Maja Højsted er settur sum leiðari fyri Sornhús.










