Frítíðarkortið til børn og ung verður ikki skattafrítt

– Men tað verða ógvuliga fá, sum verða rakt, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Tað verður ikki skattafrítt hjá børnum og ungum at fáa eitt frítíðarkort frá kommununi til ymisk frítíðarítriv.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fleiri kommunur kring landið hava gjørt av at geva børnum og ungum, upp til 18 ár, eitt frítíðarkort, har 2.000 krónur verða settar á um árið, sum tey síðani kunnu brúka til limagjald og luttøkugjald til ymisk frítíðarítriv.

Endamálið er, at fíggjarliga orkan hjá foreldrunum skal ikki vera tann, sum forðar teimum at vera virkin í frítíðini.

Men í roynd og veru er slíkt at meta sum skattskyldug inntøka hjá børnum og ungum og tí hevur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at gera hetta skattafrítt, so at tað ikki kemur fólki aftur um brekkur.

Men tað skilst á Jørgen Niclasen, at tað eru ongar ætlanir um tað.

Men hann vísir samstundis á, at børn og ung eru sjálvstøðugir skattaborgarar, sum sjálvi verða skattað av síni inntøku.

Einasta undantakið er inntøka, sum heimabúgvandi børn undir 16 ár fáa í vinnuvirki hjá foreldrunum.

Tað er tað ikki talan um í hesum føri. Men hóast børn sjálvi eru skattskyldug av inntøku síni, eru tað kortini tey allar fægstu, sum hava eina inntøku, sum er omanfyri botnfrádráttin í skattinum. Og sostatt er frítíðarkortið skattafrítt fyri tey allarflestu.

Men hetta kann kortini elva til ein umsitingarligan trupulleika fyri foreldrini, og fyri Taks.

Skal hvørt einstakt barn geva inntøkuna upp á hvørjum ári, verður tað ein tungt, bæði fyri foreldur og fyri Taks at umsita eina slíka skipan, og tað fer at føra umsitingarligar útreiðslur við sær, sigur landsstýrismaðurin.

Fyri at gera tað lættari at umsita frítíðarkortini, er hann tí í ferð við at kanna, hvussu ein skipan kann fáast í lag, har kommunur sjálvar boða Taks frá, hvør hevur fingið frítíðarkort, og hvussu nógv tey hava fingið.

– Tað hevði lætt um hjá Taks, samstundis sum at foreldur sjálvi heldur ikki hava fyri neyðini at minnast til at boða Taks frá.