Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 25 ár

Tíðindaskriv

? Í hesum sambandi verður peningur savnaður til tess at keyap nýggjan buss



Tann 1. desember í ár verða liðin 25 ár síðani, at Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn lat upp. Frítíðarheimið virkar í dag sum umlættingarheim hjá menningartarnaðum.
Í sambandi við dagin, verða ymisk tiltøk á skránni. Byrjað verður kl 14 á Vón á Argjum. Har verður m. a. kaffisøla við heimabakaðum køkum, uppboðssøla av málningum, sum menningartarnað hava gjørt, tombola, fiskibrunnur, lutaseðlasøla, hoppiborg og framsýning av fotomyndum frá Frítíðarheiminum.
Avlop frá tiltakinum, sum endar kl 17, fer til nýggjan buss til Frítíðarheimið.
Um kvøldið kl. 18 verður veitsla í Handilsskúlanum við Marknagilsvegin.
Tey, sum ynskja at koma í veitslu, skulu gjalda 200 kr. á kontonr. í Føroya Sparikassa 137.436.4 í seinasta lagi 11.