Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum í Havn, og tær báðar konsertirnar, sum vórðu settar á skránna 26. november, vórðu útseldar beinanvegin. Síðani eru tvær eykakonsertir settar á skránna sunnudagin 27. november, og har gongur eisini væl at selja. Tá ið blaðið til prentingar á middegi í dag, var onnur konsertin næstan útseld og hon hálvseld. Líkt er tí til, at Fróstrósur fara at fylla salin í Norðurlandahúsinum fýra ferðir.
Fróstrósur eru nakað av tí vakrasta og flottasta, sum íslendingar hava at bjóða í jólatíðini. Í níggju ár hava Fróstrósur havt stórslignar jólakonsertir í Íslandi, og 10. hvør íslendingur er á hvørjum ári á konsert við Frostrósum upp undir jól. Skiftandi, kendir íslendskir sangarar eru við í Frostrósum, og nú Frostrósir hava 10 ára jubileum, koma tey til Føroya at hava jólakonsert í Norðurlandahúsinum.
Tveir føroyskir sangarar verða við í ferðalagnum, sum kemur til Føroya. Tað eru sangarar, sum eru sera kendir í Íslandi, og sum vit eisini kenna væl her heima. Eivør Pálsdóttir og Jógvan Hansen fara at syngja saman við íslendsku sangarunum Hera Bjórk, Jóhann Friðgeir, Fríðrik Ómar og Margrét Eir.
Meginparturin av konsertini verður við sangum, sum verða sungnir á føroyskum ella íslendskum máli.
Umframt solistarnar verður eisini serligi tónleikabólkurin hjá Fróstrósum og kór við til konsertina