Frá stjørnu til linjuverja

Teit Jacobsen fekk av at vita, tá hann fyri 11 mánaðum síðani skifti til Sønderjyske

Teit Jacobsen er 18 ára gamal, tá hann á fyrsta sinni venur við Sønderjyske, eftir skiftið frá HB. Hann hevur bara verið í felagnum í stutta tíð, tá hann vegna órógv í lærkrikanum má hoppa úr venjing áðrenn tíð.

 

(Brot úr grein í Sosialinum frá 8. novembur við heitinum "11 mánaðir í mótgongd)

 

Hann hevur í uppvøkstrinum í HB verið millum stinnastu spælararnar í sínum árgangi. Hann er eisini ljóspunktið á HB-liðnum, sum hevur stórar trupulleikar í fjør, men hendan dagin í Suðurdanmark er ongin náði.

 

Hann fær eitt flagg í hondina og skal spæla linjuverji seinastu minuttirnar av venjingini. Í bestu meining koyrir hann flaggið upp, tá hann heldur at bólturin hevur verið uttanfyri, men tað heldur liðskiparin Marc Pedersen, sum er kosin til harðasta spælaran í Superliguni, ikki.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

-Hann oysti banniorð eftir mær, tí hann metti ikki at bólturin var úti. Tað var næstan so, at eg ætlaði at siga at bólturin ikki var úti alíkavæl, greiðir Teit Jacobsen frá.

 

Les alla greinina í Sosialinum frá mikudegnum 8. novembur. Teit Jacobsen og føroyska U21 landsliðið skulu fríggjadagin spæla móti Póllandi á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 16.45. Bæði Rás2 og In.fo fylgja dystinum beinleiðis.