Frískar røtur

Børn í øllum aldri fingu fylt oyru og eygu á konsertum við Kulum Rótum, sum eru frískar við nýggjari fløguútgávu

Børn og vaksin tóku væl ímóti Frísku Kulu Rótunum, sum vóru á palli í Løkshøll í mentanarvikuni. Tað var stúgvandi fult til báðar konsertirnar, og børn í øllum aldri fingu eisini fylt oyruni og eyguni hesa løtuna.
Konsertirnar við Kulum Rótum vóru í sambandi við nýggja útgávu – Frískar Kular Røtur – og at bólkurin hevur rundað 10 ár.
Á konsertini kundu fólk so uppliva tær góðu, gomlu røturnar og tær nýggju, frísku.
Konsertin byrjaði við at Steintór Rasmussen, sum er upphavið hendan stóra sangskattin hjá føroyskum børnum, bjóðaði vælkomin, og so yvirtóku ein væl upplagdur Jógvan Hansen og grønir menn frá Pluto. Myndir komu á stórskíggja og tónleikarar komu fram á pallin. Meðan eiturkoppar komu krúpandi og summarfuglar sveimaðu á teldugjørdu pallmyndini ,ljómaðu gomlu hittini og  frísku nýggju sangirnir frá Kulu Rótum.
Millum teir garvaðar sangarar og tónleikarar smæddust tær báðar nýggju stjørnurnar, Rakul Ró og Beinir Troest, heldur ikki burtur. Tvørturímóti. Tey dugdu sera væl at fylla høllina við hjartaligum sangi, livandi orku og góðari barnsligari nærveru.
Talan var um eina sitikonsertir, og sjálvt teir smæstu áhoyrararnir kláraðu at sita stillir. Kanska var orsøkin einfalt tann, at tað allatíðina hendi okkurt spennandi á pallinum, og ein steðgur var miðskeiðis í konsertini. 
Eftir ein góðan kaffimunn, saft og køkur, var tað ein fragd at koma innaftur og síggja Lukas Nygaard dansa Michael Jackson. Sanniligt eisini ein kul framførsla. Hugaligt at uppliva føroysk børn og ung nú danska Talentkappingin í sjónvarpinum er at enda komin.   
Kular Røtur eru við nýggjari fløgu og konsertum veruliga komin inn á føroyska tónleikapallin aftur – og tað eru mong ivaleyst glað fyri.