Fróskaparsetrið skal ikki flytast oman a keiina

Sjóvinnuhúsið skal brúkast vinnulig endamál, og ikki til Fróðskaparsetur, halda valevni, sum hava góðan møguleika at verða vald í býráðið týsdagin

Tað er skeivt taka Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju og gera tað til Fróðskaparsetur.

Tað halda nøkur av teimum, sum bjóða seg fram til at stjórna Havnini hesi næstu fýra árini.

 

Fróðskaparsterið er í svárari hølisneyð, og samstundis er Tórshavnar Kommuna komin í neyð av Sjóvinnuhúsinum á Vestrarubryggju, sum er umvælt fyri einar 100 milliónir krónur, uttan at tað hevur eydnast at fáa nakran at leiga tað, ella at keypa tað.

 

Men nú hava býráðið, og Mentamálaráðið sær ein møguleika at fáa tvey fyri eitt. Tí hava Býráðið og Mentamálaráðið samráðst um at Fróðskaparsetrið skal flyta í Sjóvinnuhúsið, sum er heilar 7200 fermetrar.

 

Tað kundi loyst hølistrupulleikan hjá Fróðskaparsetrinum, og tað kundi sloppið Tórshavnar Kommunu undan teirri neyð hon er við at koma í av Sjóvinnuhúsinum.

 

Men tað eru ikki øll av teimum, sum bjóða seg fram at verða vald í býráðið týsdagin, so fegin um. Og verða tey vald, kann tað gera enda á ætlanunum um at gera Sjóvinnuhúsið til Fróðskaparsetur.

 

Jan Christiansen, sum er valevni fyri Fólkaflokkin, staðfesti á valfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn fríggjakvøldið, at tað er skeivt at flyta Fróðskaparsetrið mitt inn í eitt ídnaðarøki, sum Vestarabryggja er.

 

Hann heldur, at eitt hús við tí mergjaða navninum, Sjóvinnuhúsið, skal brúkast til ídnaðarlig endamál, og ikki til Fróðskaparsetur.

 

Har ýður av vinnulívi og tá ið ein ætlan stingur seg upp um at flyta Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsið, skilir Jan Christiansen tey vinnulívsfólk, sum skuldseta Tórshavnar Býráð fyri at gera fortreð.

Hann heldur, at tá erbetri, at Sjóvinnuhúsið stendur tómt og bíðar eftir tí rætta leigaranum, ella keyparanum, sum skal brúka tað til vinnuligt endamál.  

 

Ruth Vang, sum er valevni fyri Framsókn, er samd. Hon hevur ikki varhugan av, at Tórshavnar Kommna sjálv hevur havt nakra ætlan fyri húsinum.

 

Sjálv heldur hon, at tað hevur týdning, at vinnulívið sleppur at halda til á Vestarubryggju og hon heldur, at tað tykist at vera heilt øvugt, at flyta Fróðskaparsetrið oman á bryggjukantin, og so mugu sjóvinnurnar flyta niðan í býin.

 

Hon sigur, at Framsókn vil hava blandað virksemið í Sjóvinnuhúsið.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og valevni fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað er nettupp blandað virksemið, býráðið vil hava. Men býráðið vil eisini hava eina heildarloysn fyri ikki at koma í ta støðu, at ein partur av húsinum fer at standa óbrúkt.

 

Í hesum sambandi kann eisini leggjast afturat, at Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi, hevur boðað frá í valgrein nú ein dagn, at eisini Tjóðveldi er ímóti, at Fróðskaparsetrið fær Sjóvinnuhúsið.

- Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin vilja avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju, staðfesti hon.

Og hon staðfesti somuleiðis, at tað sigur Tjóðveldi nei til, tí vinnan skal eiga bryggjukantin í frið.