Fríska uppaftur líðingina á krossinum

Væntandi fara 10 mió. bretar at fylgja við í nýggjari sjónvarpsrøð um krossfesting Jesusar, sum BBC1 er farið at senda hesar páskirnar. Deyði Jesusar og uppreisn fær bestu senditíð, tá bretska sjónvarpsrásin BBC fer at senda hesa røðina, sum er í fýra pørtum um høvuðspersónin í kristindóminum.

Røðin, sum er ein av fleiri komandi sendingum um kristnu trúnna, fer sambært miðlaserfrøðingum væntandi at verða sædd av 10 mió síggjarum, skrivar kristna tíðindastovan www.ekklesia.co.uk.

Hon verður send í kjalarvørrinum av, at kristnir bólkar í longri tíð hava gramt seg um, at alt ov lítið er at síggja til kristindómin í bretskum sjónvarpssendingum, meðan aðrir átrúnaðir fáa alt meiri og meiri senditíð.

Formaðurin fyri Miðlaráð Kirkjunnar, pastor Joel Edwards væntar, at nýggja røðin sum byrjaði pálmasunnudag fer at fáa »ein sera stóran týdning fyri alla tjóðina«, sum hann tekur til.

Formaðurin í Miðlaráðnum, Andrew Graystone fekk herfyri møguleika at síggja partar av røðini. Og hann er bergtikin av henni.

- Hetta er eitt serstakliga livandi drama, og ein følir, at ein er til staðar millum lærusveinarnar, meðan Jesus greiðir frá teimum einføldu, men kortini ógvusligu sannleikunum, sigur hann, og leggur aftrat:

- Hesar páskirnar fer alt landið at tosa um Jesus. Ikki um kirkju-politikk ella góð teologisk point, men um Jesus!

Triði og fjórði partur av røðini verða sendir langafríggjadag og páskadag á BBC1.