Frískúlar gera mun á børnum

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er bangin fyri, at ymisku frískúlarnir, sum stinga seg upp, kunnu skapa eliterar tilstandir í samfelagnum. – Mær hóvar illa, tá tey vaksnu í sjálvdrátti fonglast við skúlar fyri gudiligar ella stættarligar elitur

Sambært Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, eru bæði fyrimunir og vansar við at skipa frískúlar kring landið. Teir kunnu vera øgiliga vandamiklir, tí hetta kann skapa snævurskygni og eliterar tilstandir. men fakligu avbjóðingarnar kunnu gerast rættiliga góðar, umframt at hann heldur at onkrir serligir vandar eru við skúlanum í Kelduni, hóast hann ikki ivast í, at nógv gott kann spyrjast burturúr.

- Nunnuskúlin var í mong á frískúli og seinni kom Adventistaskúlin, umframt annan frískúla, sum rigga væl uttan trupulleikar við almenna lóggávu. Og sum er síggi ætlanirnar úr Kelduni, um skúla í teirra samkomuhølum. So er fleiri, sum helst koma at arbeiða í skúlanum, longu virkin í fólkaskúlanum og hava fleiri góð hugskot, so eg rokni ikki við, at tey koma upp á tvørs av almennu myndugleikunum, sigur Eyðun Joensen.

- Fakliga kunnu frískúlar væl vera ein hent avbjóðing fyri almenna fólkaskúlan, síðani lærarar jú hava metodufrælsi. Men betri hevði mær dámað, um nýframbrotini fóru fram innan fólkaskúlans karmar, og dugi eg ikki har at síggja nakrar forðingar fyri tí, staðfestir hann.


Fólkaskúlan besta loysnin

Út frá einum fakligum sjónarhorni, metir Eyðun Joensen, at frískúlarnir kunnu standa øgiliga sterkir fakliga, men hann er veruliga bangin fyri menniskjansligu fylgjunum.

- Sjálvur havi eg í ungdómsins blóma roynt ein gudiligan studentafrískúla, har foreldur kundu keypa seg inn vegna sítt syndafulla avkom. Well, fakliga skarst bara væl, men annars vóru tað 3 ár í sosialari og menniskjuligari niðurbinding, sigur hann.

Og leggur afturat, at fólkaskúlin er samfelagsins og okkara veruliga samhaldsfasta amboð til tess at fyrireika uppvaksandi ættarlið til frægast gjørligt at møta síni samtíð í øllum síni fjølbroytni og harvið møta og samvirka við øllum komandi samfelagsborgarum, metir sálarfrøðingurin, og staðfestir, at fólkaskúlin í veruleikanum er einasta kravda lívsskeið okkara, har vit øll tvørs av øllum mørkum kunnu vera saman og kunnu læra at vera saman, læra tolsemi, sína millum virðing og samljóð undir skipaðum umstøðum.


Keldan ongan einkarætt

Eyðun Joensen hevur somuleiðis ilt við at skilja, at Keldan skal gera tað til sítt egna at skapa tolsemi, dugnaskap og allar aðrar fyritreytir, sum flestu okkara síggja sum dygdir.

- Fólkaskúlin er ikki bara fyri øll, men er eisini djúpt forankraður í kristnari lívsáskoðan, so eg ivist í, um hasi væl saktans so »bókstavatrúgvu« Keldufólkini hava tráðlisið endamálsorðing fólkaskúlans nóg væl, síðani so mangar av teirra góðu visjónum longu eru niður feldar í verandi fólkaskúlalóg, sigur Eyðun Joensen.

Tó leggur hann dent á, at børn í Føroyum hava skyldu at lata seg undirvísa í 9 ár, men hava sum so ikki skyldu at ganga í almenna fólkaskúlan.


Ongin annar torir

Hóast Eyðun Joensen ikki ræðist skúlan í Kelduni so illa, sum nógv onnur kanska gera, so er hann sannførdur um, at tað finst onkur orsøk til at til dømis brøðrasamkoman ongantíð hevur skipað egnan skúla.

- Tað er ein styrki og tekin um andaligt kjølfesti, tá fólk við so ymiskum sjónarmiðum hóast alt standa saman við øðrum um felags níggju ára skúla fyri síni børn, sigur hann, og vísir á, at tað er besta loysnin, at børn koma saman við ymiskum børnum og ikki bara teimum við eini ávísari tankagongd.