Nevndin fyri Kronprins Frederiks Fond hevur gjørt av at heiðra trimum føroyskum sjómonnum fyri at hava bjargað tveimum monnum undan at drukna. Talan er um virðislønina Kaptajn Johan Valdemar Witthusens Mindelegat, sum Kronprins Frederiks Fond umsitir.
Teir tríggir føroysku sjómenninir, sum hava framt hesi megnar avrik, eru Jacob Alfred Olsen og Rúni Nielsen, báðir úr Vestmanna. Tann 27. februar 1997 bjargaðu teir Johannus Haldansen í einum bjargingarátaki. Tann triði føroyingurin, sum verður heiðraður, er Eyðun Poulsen úr Skopun, sum 3. apríl í ár bjargaði einum manni.
Tað verður ríkisumboðið, Vibeke Larsen, sum handar monnunum virðislønina á samkomu á Ríkismboðnum mánadagin seinnapartin.