Frændur á Summarfestival

Best umtókti føroyski tónleikabólkurin seinastu 25 árini spælir á Summarfestivalinum í ár.

Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, vóru Frændur ein av

bólkunum, sum spældu til fyrstu konsertina á Vágsbøi. Nú fáa fólk so aftur høvi at hoyra helst populerasta bólk í Føroyum seinastu fjórðingsøldina spæla.

 

- Tað er ógvuliga spennandi at sleppa at spæla á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum allir sera nógv til framførsluna, sigur Rani Nolsøe, sum er ein av oddamonnunum í Frændum.

 

Frændur hava verið virknir síðani 1983. Fyrsta útgávan hjá bólkinum kom í 1984, og fyri hálvum øðrum ári síðani kom seinasta útgávan hjá bólkinum, sum var tann fimta studioútgávan. Frændur hava helst verið populerasti bólkurin í Føroyum hesi árini. Ein lang røð av sangunum hjá teimum eru blivin fólkaogn, og flestu føroyingar kunnu uttan at blunka syngja við til sangir

sum Føroyar, Mítt Land, Eros og Lívsmynd.

 

Og hesir sangir fara uttan iva at ljóma á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

 

Hesum boðar Summarfestivalurin frá í dag.