Frændur lidnir við sangirnar

Í dag varð seinasta hond løgd á sangirnar, sum verða á nýggju útgávuni hjá Frændum. Nýggja fløgan kemur út tann 21. november, og spenningurin er stórur í bólkinum - Vit eru spentir og gleða okkum at bjóða føroyingum nýggjar sangir frá Frændum, sigur Rani Nolsøe.

 

Tað eru liðin 12 ár, síðani Frændur góvu nýggjan tónleik út, men tað ræðir ikki teir í bólkinum, at forvæntningarnar til eina Frændur-útgávu helst eru stórar.

 

- Eg eri meira spentur at fáa sangirnar út millum fólk. Hetta er okkara dagsformur, og tað hevði verið ein verri dagsformur, um vit einki góvu út, sigur Steintór Rasmussen.

 

Eyðun Nolsøe hevur seinastu dagarnar verið í Danmark, har sangirnir nú eru ljóðblandaðir og mastraðir. Fløgan fer nú til prent og verður givin út 21. november.

 

Fyrsti sangurin av nýggju útgávuni hjá Frændum verður spældur í sendingini Hvonn Live, sum verður send á Rás2 leygarkvøldið millum klokkan 20 og 22.