Frændur hita upp á Hvonn

Frændur, sum í kvøld hava stóra konsert í í Havn, hita upp til konsertina við framførslu á Hvonn, haðani Rás2 sendir ársins seinastu Hvonn live sending Frændur geva í dag út nýggja fløgu, og bólkurin hevur útgávukonsert í høllini á Hálsi í Havn.

 

Men áðrenn stóru konsertina hitar Frændur upp við eini vitjan á Hvonn, haðani Rás2 sendir ársins seinastu Hvonn Live sending.

 

Frændur fara at spæla á Hvonn, og Rás2 hevur eisini okkurt yvirraskilsi til Frændur.

 

Hvonn Live er at hoyra á Rás2 millum klokkan 20.00 og 22.00 í kvøld.